Fótbóltur

KÍ omaná frá morgunstundini

Tað var spennandi heilt til endans í finaluni um Cadbury steypið, men tá samanumkom vunnu ungu klaksvíksingarnir.

Klaksvíksdreingirnir fegnast eftir leiðslumálið, ið Dávid B. Andreasen skeyt tíðliga í dystinum
(Mynd: Sverri Egholm)

Klaksvíksdreingirnir fegnast eftir leiðslumálið, ið Dávid B. Andreasen skeyt tíðliga í dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-25 10:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru U15 dreingirnir, ið løgdu til brots í morgun á Tórsvølli. KÍ og B36 spældu eina tætta og spennandi finalu frammanfyri heilt fitt av áskoðarum í góðveðrinum. Fyri teir allarflestu var talan um teirra fyrstu steypafinalu, og keikararnir góvu alt teir høvdu. 

Tað var KÍ, ið kom á odda eftir smáar tíggju minuttir. Eftir at B36 í fyrstu atløgu ruddaði eitt fríspark burtur úr brotsteiginum, kom bólturin til Dávid B. Andreasen, sum úr 25 metrum sendi bóltin í einum bleytum boga í málhornið.

Fyrri hálvleikur var sera javnur og uttan teir heilt stóru málmøguleikarnar. Tað var tó KÍ, ið var nærri við at økja enn B36 var at javna Liðini tyktust nakað nervaði, og høvdu torført at fáa spælið at hanga saman, hóast bæði royndi at flyta bóltin.  

Myndin var tann saman frá byrjan av í 2.hálvleiki, og eins og í 1.hálvleiki skoraði KÍ eftir smáar tíggju minuttir. Klaksvíkingar vunnu bóltin á miðjum vølli. Jákup Vitalis arbeiddi væl, og so endaði bólturin hjá Jens Mortan Samson. Einsamallur við málverjanum var liðformaðurin og áleyparin tryggur, og so var 2-0.

B36-leikararnir reistu seg tó væl og skjótt og søktu at KÍ-málinum. Sterki liðformaðurin, Mattias Weihe Joensen varð fluttur longur fram, og hetta gav úrslit. Tjúgu minuttir inn í 2.hálveik fór hann til stroks, og við einum harðum tásparkið minkaði hann um munin.  

Eftir hetta fekk KÍ hildið B36 frá tí mesta, og hótti eisini í mótálopinum, har serliga Jens Mortan var vandamikil. B36 tveitt alt fram, men tað var KÍ sum økti í yvirtíðini. Eftir innlegg frá Dávidi Matras setti Mortan Rasmussen bóltin í netið, og so var avgjørt.


Finalan um Cadbury steypið – Dreingir U15

Tórsvøllur, leygarmorgunin 25.08.2018

B36 – KÍ 1-3 (0-1)
(2 x 35.min)

9.min:   0-1  Dávid Biskopstø Andreasen
43.min: 0-2  Jens Mortan Samson
55.min: 1-2 Mattias Weihe Joensen
70.min: 1-3 Mortan Rasmussen

B36(4-2-3-1):
Eyðbjørn Østergaard – Brynjar Jansson, Jens Olsen, Rói Hansen, Rói Wilhelm Fossabrúgv – Mattias Weihe Joensen(L), Martin Agnarsson – Fríði á Borg, Sigurð J. Rasmussen, Jón Rói Høgnesen – Jógvan Gullfoss

Inn frá bonkinum: Høgni Lindenskov, Kjartan Thomassen og Herman B. Nolsøe

Venjarar: Kaimar Saag og Jens Kristian Hansen

KÍ(4-3-3): Jóhan Ákason Jacobsen, Ragnar Tróndheim, Mortan Rasmussen, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen – Dávid Matras, Símun Kalsø, Dávid Biskopstø Andreasen  - Silas Jacobsen, Jens Mortan Samson(L), Jacob Vitalis

Inn frá bonkinum: Silas Gaard, Tóki á Lógv, Tummas á Lakjuni og Hans Elttør, Dánial Højgaard

Venjarar: Eyðbjørn Jacobsen og Jan Andreasen

Jens Mortan Samson varð valdur til dagsins leikara

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder