Fótbóltur

KÍ sendi HB út úr FM-stríðnum

Brotsspørk settu dám á 2. hálvleik í Klaksvík. B36 og NSÍ halda fram í oddinum - AB vann í Trongisvági, og Víkingur vann grannauppgerðina á ÍF.

KÍ vann 3-1 í klassikaranum, hóast HB spældi ein góðan dyst í Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ vann 3-1 í klassikaranum, hóast HB spældi ein góðan dyst í Klaksvík (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-01 20:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 21. umfari í Betrideildini eru leiktir í dag.

Við Djúpumýru var sera nógv uppá spæl, og tað var KÍ, ið kom á odda við málið tíðliga. Jóannes Bjartalíð sló til eftir frálikt upplegg frá afturvenda Simen Sandmæl. HB skapti annars fleiri góðar støður í 1. hálvleiki, og træverkið hjá KÍ varð rakt tvær ferðir. 

Tíðliga í 2. hálvleiki smekkaði Adrian Justinussen eitt langskot umvegis yvirleggjaran í málið. Sìðani sá tað meira út sum, at HB fór avstað við sigrinum, men Jóannes Bjartalíð skoraði trygt uppá tað brotssparkið, ið KÍ fekk í 2. hálvleiki, og Kristian Joensen bjargaði, tá Adrian hevði møguleikan at javna. Ístaðin lukkaði kviki norðmaðurin Torbjørn Grytten dystin stórar fimm minuttir fyri leikok. Áleyparin vann eisini brotssparkið, sum tryggjaði 2-1 málið.

[object Object]
(Jóannes og Adrian høvdu hvør sítt úrslit úr ellivu metrum í dag)

Í Gundadali vann oddaliðið smalan sigur á Skála. B36 var betri í 1. hálvleiki, men Skála spældi ein fínan 2. hálvleik. Tað var tó miðskeiðis í 2. hálvleiki, at Alex Mellemgaard umsetti brotsspark til mál, ið gav liðnum hjá Jákupi á Borg trý stig afturat.

[object Object]
(B36 vann aftur 1-0 á Skála í Gundadali - Mynd: Ólavur Frederiksen)

Í Trongisvági vann AB. Einsamalla málið kom heilt ímóti endanum, og tað var Rógvi Poulsen ið syrgdi fyri, at AB er langt burtur frá niðurflytingarstríðnum nú. 

Klokkan 17.00 var fyrsta bríksl í Sarpugerði. Har vann Víkingur undirhaldandi grannauppgerðina á botnliðnum. ÍF legði seg tó á odda tvær ferðir í 1. hálvleiki. Heimaliðið svaraði tó aftur; fyrrverandi ÍF-leikarin, Bogi Reinert Petersen, skoraði til 2-2 beint eftir steðgin, og verjuleikarin Vukasin Tomic avgjørdi dystin. Harvið er Víkingur undir liðini á HB á 4. plássinum. 

Umfarið endaði við, at NSÍ vann trygt og uppiborið á EB/Streymi við Løkin. Longu eftir eitt korter var 2-0, og so kom sigurin hjá NSÍ onangtíð í vanda. Harvið er munurin til B36 aftur tvey stig.

B36 - Skála 1-0 (0-0)
66' Alex Mellemgaard (br.) 1-0

KÍ - HB 3-1 (1-0)
13' Jóannes Bjartalíð 1-0
53' Adrian Justinussen 1-1
68' Jóannes Bjartalíð (br.) 2-1
84' Torbjørn Grytten 3-1

TB - AB 0-1 (0-0)
86' Rógvi Poulsen 0-1

Víkingur - ÍF 3-2 (1-2)
24' Jan Ellingsgaard 0-1
35' Adeshina Lawal 1-1
39' Dávid Langgaard 1-2
47' Bogi Renert Petersen 2-2
72' Vukasin Tomic 3-2

NSÍ - EB/Streymur 3-0 (2-0)
4' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
16' Pól Jóhannus Justinussen 2-0
72' Bárður Hansen 3-0


Støðan:
1. B36 (50 stig) 21 dystir
2. NSÍ (48 stig) 20 dystir
3. KÍ (45 stig) 20 dystir
4. HB (41 stig) 21 dystir
5. Víkingur (41 stig) 21 dystir
6. Skála (25 stig) 20 dystir
7. TB (19 stig) 21 dystir
8. AB (14 stig) 21 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 21 dystir
10. ÍF (6 stig) 21 dystir


Nú er landsliðsteðgur í Betrideildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder