Ein stórur munur á Häcken og Ferencvárosi er, at svenska meistaraliðið er mitt í sínum kappingarári, meðan hjá ungarunum, ið Kí sló út í 1. umfari, var talan um fyrstu kappingardystir.
Tað at Häcken eisini sær út til at hava øðrvísi dygdir enn Ferencvárosi og kanska ikki undirmetir KÍ so nógv, er ikki til fyrimuns fyri føroyameistararnir.
Veddingarfyritøkurnar hava eisini Häcken sum rímiliga greiðan favoritt í morgin, í mun til at talan er um útidyst. Sigur til útiliðið í morgin gevur peningin umleið 1,7 ferðir aftur sambært stóru veddingarfyritøkunum.
KÍ gevur nakað undir fimm ferðir peningin aftur, og javnleikur liggur millum 3.60 og 3.75.
Tað kann hava ógvuliga nógv at siga fyri liðið hjá Magna Hoseth at fáa eitt gott útgangsstøði - hetta hóast tað kundi og burdi kanska verið betri móti Ferencváros. Seinasti KÍ tapti við Djúpumýrar var móti lettiska RFS í Conference League fyri beint yvir tveimum árum síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald