Hóast KÍ hevði leikliga yvirvág stóran part av dystinum, og útiliðið í ein tíma spældi við 10 monnum, eydnaðist tað bara at vinna við einum máli 2-1.
Meistaraliðið úr Bosnia Hersigovina, Borac Banja Luka, var á vitjan á Tórsvølli í gjárkvøldið, og líka so nógv, sum fyrri hálvleikur hevði at bjóða, líka so lítið hevði seinni hálvleikur at bjóða.
(Mynd: Sverri Egholm)
Páll Klettskarð og Kristoffer Ødemarksbakken skoraðu málini hjá KÍ, meðan málið hjá Borac Banja Luka var eitt sjálvmál, sum KÍ-málverjin Mark Fabricius Jensen gjørdi.
2-1 sigur til KÍ, men hetta var bara fyrri dysturin. Mánadagin fer KÍ til Banja Luka í Bosnia Hersigovina, og hósdagin, og tá skal arbeiðið gerast liðugt á Gradski stadion.
Væntast kann, at tað verður nakað kvalið hjá norðoyingum. Veðurstovurnar boða frá 27 stigum hóskvøldið. Banja Luka liggur norðaliga í landinum, einar 50 kilometrar frá markinum til Serbia.
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinnur KÍ samlað móti Borac, er bólkaspæl í Conference League tryggjað, og spælast skal Playoff-dyst um bólkaspæl í Europa League. Tapir KÍ samlað móti Borac, verður Playoff-dystur um bólkaspæl í Conference League.
Á grafikkinum niðanfyri sæst møguleikarnir hjá KÍ at vinna seg í bólkaspæl:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald