Fótbóltur

KÍ skal møguliga til Sveis seinni í mánaðinum

Ein risauppgáva bíðar liðnum hjá Mikkjali Thomassen, um tað eydnast at koma víðari móti Slovan Bratislava. Vinnarin av dystinum í Klaksvík 19. august skal spæla á útivølli móti sveisisku meistarunum í 2. umfari.

KÍ spældi seg í fjør víðari til 2. umfar í Europa League (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ spældi seg í fjør víðari til 2. umfar í Europa League (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-10 11:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftur í dag er lutakast í Nyon í Sveis. Og tað er júst í Sveis, at KÍ skal spæla, um liðið skrivar søgu 19. august og spælir seg víðari til 2. umfar í Champions League.

Slovakiska meistaraliðið er sjálvandi í favorittleiklutinum í dystinum í 1. umfari, men hann verður í Klaksvík, og KÍ hevur seinastu trý árini nøkur góð úrslit at vísa á í evropeiskum fótbólti.

Les eisini: Fingu heimavøll og tað var tað mest umráðandi

Lutakastið til 2. umfar í Champions League háttaði seg soleiðis, at KÍ skal spæla á útivølli - í Bern í Sveis - um tað eydnast at koppa Slovan Bratislava í komandi viku. Talan verður í so fall um eina ógvuliga torføra uppgáv 26. ella 27. august, tí Young Boys hevur vunnið sveisiska meistaraheiti trý ár á rað og var í bólkspælinum í Champions League í 2018/2019. 

Um KÍ tapir, skal liðið ístaðin spæla í 2. umfari í Europa League 17. september. 

Klokkan 12 verður lutakast til 1. umfar í Europa League. Her verður greitt, hvørjum B36, NSÍ og HB kunnu møta, um tey koma víðari úr undanumfarinum. Hjá serliga B36 kann tað gerast spennandi, tí liðið hjá Jákupi á Borg er styrkismett, og kann útfrá møguleikunum fáa ein 50-50 dyst/verða favorittur. HB og NSÍ hava tað til felags, at tey kunnu trekkja tvey skotskt feløg (Aberdeen og Motherwell) ella Rosenborg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder