Fótbóltur

KÍ skal til Írlands

Í dystinum sum verður í Dundalk um eina viku, er eitt atgongumerki til bólkaspæli í Europa League uppá spæl.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-24 21:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ er ein sigur frá at spæla seg í bólkaspæli í Europa League.

Hetta varð greitt, eftir at liðið hjá Mikkjali Thomassen setti georgiska meistarliðið so dyggiliga uppá pláss á Tórsvølli í kvøld.

Dysturin endaði 6-1 og Kí er sum fyrsta føroyska liðið nakrantíð í Playoff-umfarinum

Í Moldova spældu Sheriff Tiraspol og Dundalk úr Írlandi. Vinnarin er mótstøðuliðið hjá KÍ, og tað var Dundalk, ið vann eftir brotssparkskapping.

Tann dysturin verður í Írlandi næsta hósdag, 1. oktober.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder