Fjórðingsfinalurnar í kappingini um eru nú av. Heili 27 mál eru skotin í teimum fýra dystunum ið eru leiktir seinnapartin.
Tað gjørdist sum væntað bert spennandi í fyrra dystinum Gundadali, har B36 og KÍ brustu saman fyri aðru ferð uppá fýra dagar. Aftur hesaferð var KÍ omaná, men B36 var á veg móti sigrinum leingi. KÍ stríddi seg innaftur í dystin, og við trimum málum frá trimum innskiftarum kom útiliðið á odda. B36 svaraði tó væl aftur við einum málið í undirtalið í longdu leiktíðini, men so avgjørdi liðformaðurin hjá KÍ dystin.
Les meira um dystin her
Í Sarpugerði gjørdist tað heilt ljótt fyri B68 móti endanum, tá Vìkingur vísti styrkismunin. Skála vann tryggan sigur á tvørámonnum.
B71 helt nullið allan fyrra hálvleik móti føroyameistarunum, hóast HB hevði nakrar stórar møguleikar stutt fyri steðgin. Í 2. hálvleiki setti heimaliði tingini uppá pláss, og tað var serliga Símun Samuelsen, ið traðkaði í karakter. Royndi kantspælarin gjørdi hattrick, áðrenn hann legði upp til sandoyingin Dan í Soylu. At enda ein tryggur sigur og HB er í hálvfinaluni triðja árið á rað.
Sí myndir frá dystinum her
Fjóðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið:
Víkingur - B68 10-0 (4-0)
7’ Heðin Hansen 1-0
12’ Gunnar Vatnhamar 2-0
14’ Heðin Hansen 3-0
25’ Sølvi Vatnhamar 4-0
72’ Andreas Lava Olsen 5-0
75’ Adeshina Lawal 6-0
81’ Heðin Hansen 7-0
84’ Dion Splidt 8-0
88’ Gert Hansen 9-0
90’ Adeshina Lawal 10-0
Skála - TB 5-1 (3-0)
4’ Jákup Johansen 1-0
37’ Heðin Klakstein 2-0
45’ Janus Svabo Samuelsen 3-0
51’ Jákup Johansen 4-0
57’ Janus Svabo Samuelsen 5-0
82’ Hávar Albinus 5-1
Reytt kort: Aron Sørensen (54')
B36 - KÍ 3-4 e.l.l (2-2 eftir vanliga leiktíð)
8’ Eli Falkvard Nielsen 1-0
45’ Brian Jakobsen 2-0
66’ Darius Lewis 2-1
89’ Aksel Bjartalíð Danielsen 2-2
96’ Torbjørn Grytten 2-3
100’ Ragnar Samuelsen 3-3
102’ Jákup Biskopstø Andreasen 3-4
Reytt kort: Brian Jacobsen (81')
HB - B71 4-0 (0-0)
50' Sìmun Samulsen 1-0
55' Sìmun Samulsen 2-0
67' Sìmun Samulsen 3-0
79' Dan í Soylu 4-0
Fótbóltur
Vágbingur sendi sandoyingar út
Tað var ógvuliga spennandi og dramatiskt í Gundadali, tá KÍ sló steypavinnaran út eftir longda leiktíð. Víkingur vann risasigur og Skála stórsigur.
Sìmun Samuelsen var stóri maðurin fyri HB. Hann fekk hattrick, og Dan í Soylu skoraði fjórða málið (Mynd: Sverri Egholm)
2019-04-22 18:48
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald