Mikukvøldið spældu KÍ og BK Häcken málleysan javnleik í fyrra dystinum í 2. umfari í Champions League, sum var í Klaksvík.
Síðani hevur KÍ-hópurin fyrireika seg til stóru uppgávuna í Svøríki. Fram ímóti seinna dystinum móti Ferencvárosi var venjingarlega í Danmark, har tað millum annað snúði seg um at venja seg við gras.
Hetta er ikki neyðugt nú, staðfesti Magne Hoseth í viðtalu við síðuna hjá KÍ í síðstu viku. Í mun til í fyrsta umfari, spælir KÍ seinna dystin á graslíki. Venjarin segði í viðtalu við Portalin mikukvøldið, at talan verður eina vanliga stutta venjingarviku í Klaksvík, har arbeitt verður við prinsippunum í spælinum.
Sí eisini: Magne Hoseth: Noyðast at skora uppá slíkar møguleikar
Bravida leikvøllurin í Göteborg har Häcken spælair sínar heimadystir
Liðið venur í morgin við Djúpumýrar, og seint í annaðkvøld gongur leiðin til Danmarkar. Gist verður í Keypmannahavn eina nátt, og síðani koyrir ferðalagið við bussi til Göteborg tíðliga seinnapartin týsdagin. Tað tekur umleið tríggjar og ein hálvan tíma - tað er heldur óhøgligt at flúgva til næststørsta svenska býin, tá ein er í Danmark.
KÍ hevur eina venjing í Svøríki áðrenn dystin. Tað er eitt samdøgur undan dystinum, sum byrjar klokkan 18 mikudagin 2. august, og á dystarleikvøllinum.
Bravida leikvøllurin tekur yvir 6.000 fólk - beint yvir 1.300 vóru til fyrra dystin millum liðini á fullsettu Djúpumýru. Sjálvur vøllurin er umleið 68x105 metrar, meðan vøllurin í Klaksvík er 64x100 metrar. Hetta kann vera ein fyrimunur fyri heimaliðið. BK Häcken spælir á graslíki, og í hesum førinum kann tað vera ein fyrimunur fyri KÍ - hóas spælið helst fer at ganga skjótari.
Portalurin verður við á ferðini, og vit hava ymiskt tilfar fram til, undir og eftir avgerandi Champions League-dystin mikukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald