Fótbóltur

KÍ spælir móti AB sunnudagin - Í Dublin hósdagin

KÍ - AB er fluttur ein dag fram. Hósdagin skal KÍ spæla á tjóðarleikvøllinum í Írlandi - eitt pláss í bólkaspælinum í Europa League er uppá spæl.

KÍ tekur ímóti AB við Djúpumýrar sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍ tekur ímóti AB við Djúpumýrar sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-25 18:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár spældi KÍ seg, sum fyrsta føroyska liðið nakrantíð, til Playoff-umfarið í Europa League. Tað gjørdist veruleiki eftir 6-1 sigur á Dinamo Tbilisi á Tórsvølli. Talan er um størsta sigurin í evropeiskum dysti hjá føroyskum liði nakrantíð, og hann gevur KÍ møguleikan at spæla móti Dundalk í Írlandi í næsta hósdag. Vinnarin fer í bólkaspælið í Europa League.

Les eisini: 

KÍ skrivaði evropeiska søgu

Størsti evropeisk ósigurin hjá Dinamo Tbilisi síðani 1987

Í dag gjørdist greitt, at KÍ ikki fær dystin í 22. umfari í Betrideildini móti AB útsettan, sum liðið annars hevði sent FSF eina umbøn um eftir sigurin í gjár. Ynskiligt var hjá KÍ at fáa ein heila viku at hugsavna seg um størstu evropeisku uppgávuna hjá felagnum nakrantíð, men Norðlýsið skrivar seinnpartin, at KÍ-AB er fluttur frá mánadegnum til sunnudagin og ikki fluttur til eftir dystin í Írlandi sum annars var uppá tal.

Samstundis er greitt, at Víkingur-KÍ ikki verður fríggjadagin um eina viku, men 28. oktober ístaðin. Hetta staðfesti Róin Schrøter, formaður í Kappingarnevndini, í Fótbóltspanelinum hjá FM1 fyri løtu síðani. Har segði hann, at neyðugt er at fáa dystin í Klaksvík avgreiddan nú, tá skráin frammaundan er so trong. 

[object Object]KÍ fær ikki eina heila viku við fyrireiking til dystin í Dublin (Mynd: Sverri Egholm)

Tað gjørdist eisini greitt, at dysturin ikki veðrur leiktur í býnum Dundalk men í høvuðsstaðnum Dublin, ið er áleið 80 kilometrar burtur. Hesum boðar KÍ frá seinnapartin. Leikvøllurin hjá Dundalk er ikki góðkendur til ein Playoff-dyst, men tað er Aviva Stadium í Dublin. Fyrr hevði leikvøllurin navnið Landsdowne Road, og hetta er tjóðarleikvøllurin í Írlandi. Føroyar hava áður spælt tveir undankappingardystir har, og pláss er fyri 51.700 áskoðarum. Tað verða tó eingir til staðar, tá KÍ og Dundalk spæla, og tíverri ger koronastøðan í Írlandi tað sera trupult hjá føroyskum miðlum at fara við.

[object Object]
Aviva Stadium í Dublin 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder