Tann 27. juni 2019 vann KÍ 5-1 á Tre Fiori á Ovara vølli í Gundadali í fyrra dystinum í undanumfarinum til Europa League. At tað var greiður munur á liðnum úr Klaksvík og liðnum í San Marino gjørdist rímiliga skjótt týðiligt. Hetta var størsti evropeiski sigurin hjá KÍ nakrantíð og javnaði metið fyri tann størsta hjá føroyskum liði yvirhøvur. EB/Streymur vann í 2013 5-1 á Lusitanas úr Andorra á Tórsvølli í Champions League - eina viku seinni tapti EB/Streymur 6-1 í Tbilisi í fyrra dystinum í 2. umfari.
Bjartalíð og KÍ høvdu lætt spæla móti Tre Fiori í undanumfarinum í Europa League í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ hevur síðani eisini javnað metið. Hetta var í farna mánaði, tá Barry Town United úr Wales vitjaði í mjørkanum á Svangaskarði. Tað var, eins og hjá KÍ árið fyri, 5-0 eina løtu, men so kom mál inn ímóti endanum. Liðið hjá Mikkjali Thomassen lat eisini mál inn á Tórsvølli í gjár, men skoraði heili seks - tað hevur einki føroyskt felag megnað áður í evropeiskum dysti.
Fyrst var tað Deni Pavlovic við stútara eftir horna frá Jóannes Bjartalíð úr høgru, sum verja og málverja ikki fekk beint burtur. Síðani kastaði Patrik Johannesen seg fram eftir innlegg frá Jesper Brinck úr vinstru, áðrenn Páll Klettskarð kom í gongd og skoraði hattrikk uppá 14 minuttir. Innskifti Jonn Johannessen fekk seinasta orðið, tá hann setti høgra fótin á innlegg frá Bjartalíð, ið hevði trý upplegg. Málið hjá 18-ára gamli áleypararnum syrgdi fyri, at KÍ fekk metið einsamalt.
Patrik Johannesen skoraði í báðum dystunum móti Tre Fiori í fjør og skoraði í 2017 fyri B36 í Europa League (Mynd: Sverri Egholm)
Páll Andrasson Klettskarð er triði føroyingurin, aftaná Olgar Danielsen og Klæmint Andrasson Olsen, ið hevur skorað hattrikk í evropeiskum dysti (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini: Jonn: Fantastiskt at síggja hvat vit kunnu
Patrik: Vísa hvønn klassa vit hava
Páll: - Óveruligt beint nú
Ein fimm-máls sigur á Dinamo Tbilisi, ið er mest vinnandi felagið í Georgia, sum vann meistaraheitið har farna ár, og sum vann samanlagt 9-2 á EB/Streymi í 2013, tyktist púra ósannlíkt áðrenn. Hetta hóast metast kundi, at KÍ hevði ein realistiskan møguleika. Liðið hjá Mikkjali Thomassen var ógvuliga sannførandi - serliga seinasta stóra hálva tíman. Tað tyktist tó nærum óveruligt, tá málini regnaðu inn í georgiska málið, KÍ vísti knúsandi effektivtet og høga góðsku, og Dinamo Tbilisi fall saman og var "yvirmatcha" allastaðni. Tað tykist eisini næstan óveruligt, at eitt føroyskt felag bert er ein sigur burtur frá einum evropeiskum bólkaspæli.
Sí eisini: Jákup B. Andreasen: - Órealistiskt at vera so tætt uppá bólkaspæli
Mikkjal Thomassen: Eg kann royna at greiða frá hvat hendi
B36 kom eisini til 3. umfar í Europa League í ár - hetta við trimum sigrum sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð. Sofia gjørdist endastøðin í gjárkvøldið, men B36-avrikið í Bulgaria var gott. Víkingur spældi seg í 3. umfar í 2014 eftir tveir góðar samanlagdar sigrar, men síðani gjørdist Riejka úr Kroatia ein ov stórur biti. KÍ kom til 3. umfar ígjøgnum Champions League og stemplaði so dyggiliga inn í Europa League í gjárkvøldið. Nú er málið bólkaspælið, og tað gerst veruleiki, um føroyameistararnir vinna í Playoff-dystinum í Írlandi hósdagin í næstu viku
Les eisini: Kunnu skriva nýggja evropeiska søgu
Ymiskt peikar ræetta vegin hjá KÍ
Europa League, 3. umfar
Tórsvøllur 25.09
KÍ - Dinamo Tbilisi 6-1 (1-0)
22' Deni Pavlovic (Jóannes Bjartalíð) 1-0
58' Patrik Johannesen (Jesper Brinck) 2-0
60' Páll Andrasson Klettskarð (Odmar Færø) 3-0
70' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Bjartalíð) 4-0
71' Pernambuco 4-1
73' Páll Andrasson Klettskarð (Patrik Johannesen) 5-1
85' Jonn Johannessen (Jóannes Bjartalíð) 6-1
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic (75' David Skrbec), Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen (89' Boris Dosljak) - Páll Andrasson Klettskarð (81' Jonn Johannessen), Ole Erik Midtskogen
Venjari: Mikkjal Thomassen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald