Fótbóltur

Størsti evropeiski ósigurin hjá Dinamo Tbilisi síðani 1997

Fyri 23 árum síðani tapti georgiska stórfelagið 6-1 í Týsklandi. Í gjár var tað fyri líknandi tapi á Tórsvølli, har KÍ onga náði vísti og setti føroyskt met - keðiliga metið hjá Tbilisi varð samstundis javnað.

Leikararnir hjá georgiska meistaraliðnum høvdu ikki nógv at fegnast um á Tórsvølli í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Leikararnir hjá georgiska meistaraliðnum høvdu ikki nógv at fegnast um á Tórsvølli í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-25 08:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hvat hava KÍ og Bayer Leverkusen til felags? Nú ber so til at siga, at bæði feløgini hava vunnið 6-1 á heimavølli móti Dinamo Tbilisi í evropeiskum dysti.

Tað var í 2. umfari (2QR) í Champions League í 1997, at Leverkusen setti georgiska meistaraliðið uppá pláss á Bay Arena. Tá vann Dinamo Tbilisi 1-0 í heimadystinum. Í ár er bert ein dystur í hvørjum umfari orskað av koronastøðuna, og KÍ lat í 2. hálvleiki í gjárkvøldið ongan iva verða um, hvat lið hevði uppiborið at farið víðari til Playoff-umfarið í Europa League. Ongantíð áður er eitt føroyskt feløg komið so langt í evropeiskari kapping, og ongantíð áður hevur eitt føroyskt felag skorað seks mál og vunnið við fimm málum í evropeiskum dysti. 

Les eisini: KÍ skrivaði evropeiska søgu

Ímillum 1997 og 2020 hevur Dinamo Tbilisi tapt 5-0 í Wein, Rapid í 2007, og á heimavølli móti Tottenham - í Playoff-dysti í Europa League í 2013. Tó hevur eingin skorað seks ferðir móti mest vinnandi felagnum í Georgia síðani Bayer Leverkusen - heldur ikki í bólkaspælinum í UEFA Cup í 2004.

Dinamo Tbilisi hevur vunnið georgisku landskappingina og georigisku steypakappingina greitt oftast - ávíkavist 17 og 13 ferðir - síðani hesar byrjaðu í 1990, eftir at Georgia gjørdist sjálvstøðugt eftir at Sovjetsamveldið fall. Felagið hevur uppalt teir flestu av teimum bestu georgisku leikarunum seinastu 30 árini:Millum aðarar Temur Ketsbaia, Shota Arveladze, Giorgi Kinkladze, Kakha Kaladze og Levan Kobiashvili

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Í gjár stóðu ein serbi, ein tvøramaður og tveir klaksvíkingar (annar tríggjar ferðir) fyri málunum, ið syrgdu fyri einum føroyskum meti, men sum javnaði eitt keðiligt met hjá Dinamo Tbilisi: Størsta ósigurin nakrantíð hjá felagnum í evropeiskum fótbólti. Høvuðsstaðarfelagið luttók fyri fyrstu ferð í 1972.

Dinamo Tbilisi megnaði at vinna sterku sovejtisku kappingina tvær ferðir, og í 1981 vann felagið Europa Cup fyri steypavinnarar (Cup Winners' Cup). Í fjør tapti liðið 4-0 í Rotterdam móti Feyenoord eftir 1-1 á heimavølli í júst triðja umfari (3QR) - í ár gjørdist KÍ endastøðin hjá Dinamo Tbilisi í 3. umfari, og liðið hjá Mikkjali Thomassen skal spæla Playoff-dyst næsta hósdag.

Europa League, 3. umfar
Tórsvøllur 25.09
KÍ - Dinamo Tbilisi 6-1 (1-0)

22' Deni Pavlovic (Jóannes Bjartalíð) 1-0
58' Patrik Johannesen (Jesper Brinck) 2-0
60' Páll Andrasson Klettskarð (Odmar Færø) 3-0
70' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Bjartalíð) 4-0
71' Pernambuco 4-1
73' Páll Andrasson Klettskarð (Patrik Johannesen) 5-1
85' Jonn Johannessen (Jóannes Bjartalíð) 6-1

KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Jóannes Bjartalíð, Deni Pavlovic (75' David Skrbec), Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen (89' Boris Dosljak) - Páll Andrasson Klettskarð (81' Jonn Johannessen), Ole Erik Midtskogen

Venjari: Mikkjal Thomassen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder