
Klokkan 19.00 er fyrsta bríksl í Gundadali, har KÍ tekur ímóti Birkirkara av Malta í Evropa League. Kí hevur eitt gott útgangasstøði orsakað av 1-1 javnleikinum á Malta fyri viku síðani.
Tvær broytingar eru í KÍ-uppstillingini hvat manning viðvíkur. Kroatiski veruleikarin, Marko Dusak, fór út við skaða á Malta og er ikki tøkur í dag. Tað er Jóannes Bjartalíð heldur ikki. Álopskendi leikarin er ikki í hópinum, og hetta er smeitur fyri KÍ.
Kristian Joensen - Jóannes K.Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen - Boris Dosljak, Jákup B. Andreasen, Hørður H. Askham, Semir Hadzibulic, Ronni Møller- Iversen - Páll A.Klettskarð
Helst verður talan um eina 4-5-1 uppstilling.
Ísak Simonsen kemur inn á vinstra bakk, meðan Ólavur Niclasen fer inn í miðverjuna saman við málskjúttanum á Malta. Danin Ronni Møller-Iversen avloysir Jóanne Bjartalíð á kantinum.
Hesir eru á bonkinum: Meinhardt Joensen, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jacobsen, Mikkjal á Bergi, Aksel B. Danielsen, Steinbjørn Olsen, Óli Eyðsteinsson Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald