Føroyameistararnir hava lagt sera væl út í Betrideildini hjá kvinnum. HB (3-2 á heimavølli) og ÍVB (0-1 í Fuglafirði) eru koppaði í fyrstu umfarinum, og í dag varð NSÍ sent heim við ongum, tá liðini hittust í sólini í Klaksvík.
Tað sá út til, at tað fór at vera málleyst í steðginum, men beint fyri hálvleik sendi Evy á Lakjuni eitt hornaspark beinleiðis í mál.
Mynd: Sverri Egholm
Tað skuldi vísa seg, at landliðsleikarin gjørdist matchvinnari fyri KÍ. NSÍ hevði annars ein stóran møguleika tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, tá Heidi Sevdal rakti yvirleggjaran við góðum langskoti. KÍ helt tó væl fast, og hvørferð støðan kundi gerast vandamikil hevði verjan tamarhald á tí - serliga var tað 17-ára Birita Ryan, ið undir liðini á royndu Ragnu Patawary í miðverjuni, vísti styrki.
Birita Ryan (nr.3) var ógvuliga sitnn í nærdystunum
KÍ hótti eisini fleiri ferðir NSÍ og var nær við at økja í nøkrum førum. Liðið hevur fult stigatal fyri trý umfør, og hini liðini renna aftaná.
Í Norðragøtu kom ÍF/Víkingur/B68 á odda 2-0 fyri steðgin. Lea Lisberg fekk minkað um munin, men ÍVB fekk síni fyrstu stig í ár.
Betrideildin 3.umfar
07.06
KÍ - NSÍ 1-0 (1-0)
44' Evy á Lakjuni 1-0
ÍF/Víkingur/B68 - EBS/Skála 2-1 (2-0)
7' Jacoba Langgaard (br.) 1-0
26' Mona Rasmusdóttir 2-0
61' Lea Lisberg 2-1
15.00: HB - B36
KÍ 9 stig
NSÍ 4 stig
B36 4 stig *
ÍF/Víkingur/B68 3 stig
HB 1 stig *
EBS/Skála 1 stig
Fótbóltur
KÍ strýkur avstað
Í 3. umfari vunnu kvinnurnar hjá KÍ fyri triðju ferð á rað við einum málið. Talan var um ein sera spennandi og lívligan dyst, tá NSÍ vitjaði á Norðurstevnu. ÍVB vann tepran sigur á EBS/Skála.
Systrarnar Evy og Victoria á Lakjuni fegnast um einsamalla málið hjá KÍ. Evy skoraði við beinleiðis hornasparki (Mynd: Sverri Egholm)
2020-06-07 14:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald