Fótbóltur

KÍ strýkur avstað

B36 og NSÍ spentu við javnleiki bein fyri hvørjum øðrum í FM-stríðnum í Betri deildini hjá kvinnum. Samstundis vunnu KÍ-kvinnur sín dyst.

Malena Olsen og hinar í KÍ hava fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Malena Olsen og hinar í KÍ hava fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-26 07:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir dystir í útsetta øðrum umfari í Betri deildini hjá kvinnum varð leikt í kvøld. HB avgjørdi til síðst í Gundadali og vann 4-2, KÍ vann trygt 5-1 meðan NSÍ og B36 spældu málleysan javnleik.

Úrslitini hava tað við sær, at sjey stig eru upp til KÍ á fyrsta plássið. NSÍ kundi roynt at hildið frástøðuna niðri á fimm stigum, men við málleysum javnleiki móti B36 í kvøld miseydnaðist tað.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Myndir: NSÍ - B36 kvinnur

Við 4-2 sigri á 07 Vestur yvirhálaði HB grannarnar í B36 og tær reyðu og svørtu hava nú 13 stig á triðja plássið.

Leygardagin verður aftur fótbóltur í bestu kvinnudeildini tá Víkingur tekur ímóti TB/FCS/Royn. Hini liðini spæla annan hvítusunnudag.

2. umfar (Útsett umfar)

TB/FCS/Royn - Víkingur 1-2 (1-1)
23' Eydna Olsen Dalheim 0-1
40' Leona Kjærbæk Djurhuus 1-1
70' Eydna Olsen Dalheim 1-2

HB - 07 Vestur 4-2 (1-2)
9' Fridrikka Clementsen 1-0
28' Margit M. Kwao 1-1
42' Margit M. Kwao 1-2
47' Lea Tórarenni Johannesen 2-2
73' Fríða Magnusardóttir Jakobsen 2-3
79' Sunniva Willemoes 2-4

EBS/Skála - KÍ 1-5 (1-2)
9' Liljan Simona Jaocbsen 0-1
12' Sjálvmál 1-1
41' Eyðvør Klakstein 1-2
69' Malena Olsen 1-3
72' Eyðvør Klakstein 1-4
82' Durita Hummeland 1-5

NSÍ - B36 0-0

Stigatalvan

1. KÍ 24 stig
2. NSÍ 17 stig
3. HB 13 stig*
4. B36 12 stig*
5. 07 Vestur 8 stig
6. Víkingur 8 stig*
7. EBS/Skála 1 stig
8. TB/FCS/Royn 1 stig*

*Ein dyst færri


9. umfar

Víkingur - TB/FCS/Royn (Leygardag 27. mai 13:15)
B36 - NSÍ (Mánadag 29. mai 13:00)
EBS/Skála - KÍ (Mánadag 29. mai 15:00)
07 Vestur - HB (Mánadag 29. mai 19:00)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder