KÍ hevur seinastu vikurnar leitað eftir verjustyrki, og nú er sáttmáli skrivaður undir við 33 ára gamla fraklendingin Céderic Yambere.
- Tað eru ávísir eginleikar, vit ynskja í nýggja verjuleikaranum. Hesar meta vit, at fraklendingurin, Céderic Yambere, hevur í sær, sigur KÍ-venjarin Haakon Lunov.
- Céderic er 33 ára gamal við drúgvum royndum. Hann hevur á síni fótbóltsleið spælt á høgum støði og eisini roynt at kappast í evropiskum leiki. Gjøgnum árini spælt og búleikast í ymsum londum og mentanum. Hann er ein sterkur, kvikur og tekniskt stinnur leikari og av drúgvum royndum veit hann, hvat skal avrikast fyri at vinna dystir, sigur Haakon Lunov.
Céderic er føddur og uppvaksin í franska býnum Bordeax.
KÍ sigur, at nýggi leikarin eftir ætlan verður í Klaksvík um eina viku, men at tað fer at taka nakað av tíð at útvega uppihalds- og arbeiðsloyvi sum krevst, áðrenn hann kann spæla á meistaraliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald