
Sum nakað nýtt er KÍ farið á venjingarlegu í Portugal, og føroyameistararnir spæla við í Atlantic Cup í Algarve. Talan er um kapping, har lið frá rímiliga stórum deildum, hvørs kapping er í vetrarsteðgi, luttaka.
KÍ hevði forkunnuga mótsstøðu í fyrsta dystinum, sum var seinnapartin í gjár. Beijing Guoan endaði í ovari hálvu í fremstu deildini í Kina í fjør. Liðið úr risastóra høvuðsstaðnum við yvir tjúgu milliónum íbúgvum legði seg heilt tíðliga á odda móti liðnum úr býnum við umleið 5.000 íbúgvum.
Málið eftir smáar fimm minuttir gjørdist eisini tað einasta í dystinum, sum annars var javnur. KÍ hevði bóltin nakað meira men megnaði ikki at javna.
KÍ (4-3-3): Ari í Haraldsstovu Petersen, Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Patrick Da Silva - Deni Pavlovic, Dan í Soylu, Mads Boe Mikkelsen - Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Claes Phillip Kronberg
Kelda: Norðlýsið
Undan dystinum millum Beijing Guoan og KÍ (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)
Sum sæst á byrjanaruppstillini omanfyri, so manglaði KÍ nakrar lyklaspælarar. Miðverjarnir Odmar Færø og Heini Vatnsdal og liðskiparin Jákup Biskopstø Andreasen eru við í Portugal men hava snuddir at dragast við. René Shaki Joensen er ikki við, tí hann er bundin av útbúgving sínari - orkuríki landsliðsspælarin ger sveinastykki í løtuni. Hallur Hansson er framvegis undir uppvenjing eftir eina skurðviðgerð - tað sama er Jonn Johannessen.
Tað er framvegis ógvuliga sannlíkt, at KÍ fær nakrar spælarar í hópin aftrurat. Í gjár spældu Ari í Haraldsstovu Petersen og Dan í Soylu við liðnum á fyrsta sinni, og Pætur Petersen var ein av spælarunum, sum Haakon Lunov skifti inn í 0-1 tapinum.
KÍ spælir aftur í kappingini týsdagin 6. februar klokkan 15. Tá er Silkeborg úr donsku Superliguni mótsstøðuliðið.
Les eisini: Brandur og Bjartalíð í hopla móti svenskum oddaliði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald