KÍ-hópurin hevur seinastu vikuna verið á venjingarlegu undir sólini í Algarve í Portugal. Í dag var annar venjingardysturin á skránni.
KÍ tapti 1-0 fyri Beijing Guoan í fyrstu royndini. Nú var størri uppgáva á skránni: Silkeborg úr Superliguni. Liðið hjá Kent Nielsen liggur rímiliga væl fyri har (á 6. plássi) og er í hálvfinaluni í donsku steypakappingini. Hóast allar "kanónirnar" ikki spældu, so sást munurin á góðsku í fleiri løtum.
Liðið hjá Haakon Lunov hevði tó ein rímiliga góðan 1. hálvleik, har man spældi við fyri tað mesta royndum spælarum. KÍ tordi at trýsta høgt og ágangandi og standa høgt við verjuketuni, og eydnaðist hetta fleiri ferðir væl. Tað gav tó eisini Silkeborg nakrar góðar støður, og um miðjan 1. hálvleik løgdu teir í reyðum seg á odda. Sum heild kundi verjuspælið hjá KÍ verið nakað betri í øllum dagsins málum.
Við bóltinum fekk KÍ ymiskt at eydnast - tó at fleiri "vetrarmistøk" vóru - og føroyameistararnir skaptu nakrar góðar støður. Tað var nýggi álopskendi landsliðsspælarin í hópinum, Pætur Petersen, ið kom til størstu málmøguleikarnar. Skálvíkingurin, sum er komin úr íslendskum fótbólti, spældi á vinstra vongi allar 90 minuttirnar.
Í fyrra hálvleiki hevði Pætur eina støðu í brotsteignum, har hann ikki rakti bóltin heilt eftir gott KÍ-spæl. Beint fyri steðgin stútaði nummar 11 bóltin á tvørtræðið eftir heilt gott innlegg frá Jóannes Kalsø Danielsen. Pætur hevði einasta veruliga KÍ-møguleikan í 2. hálvleiki. Hetta var eftir gott mótálop, men Silkeborg-málverjin fekk fingrarnar á skotið.
Silkeborg hevði meira tamarhald á dystinum eftir steðgin, har KÍ eisini í stóran mun spældi við yngri spælarum, umframt rímiliga nýggjum monnum á liðnum. Nógvir ungir og lokalir sluppu at royna seg móti sterka danska liðnum. Bert Jóannes Danielsen og so innskifti Heini Vatnsdal hava fleiri ára royndir á fremsta liðnum hjá KÍ, ið lat tvey mál inn afturat.
Atlantic Cup 2. umfar (venjingarkapping)
Algarve, Portugal - 6/2
KÍ - Silkeborg 0-3 (0-1)
22' Callum McCowatt 0-1
63' Fredrik Carlsen 0-2
89' Kasper Kusk 0-3
KÍ (4-2-3-1): Ari í Haraldsstovu Petersen, Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Patrick Da Silva - Claes Phillip Kronberg - Jákup Biskopstø Andreasen - Árni Frederiksberg, Mads Boe Mikkelsen, Pætur Petersen - Páll Andrasson Klettskarð,
Í hálvleikinum komu hesir inn: Dan í Soylu, Ahmed Latif, Símun Kalsø, Dávid Biskopstø Andreasen, Silas Gaard og Jóhan Josephsen inn. Seinni komu Heini Vatnsdal, Sølvi Johannessen og Hannis Matras inn.
Odmar Færø og Deni Pavlovic eru við í Portugal men hava snuddir at dragast við. René Shaki Joensen er ikki við, tí hann er bundin av útbúgving sínari - orkuríki landsliðsspælarin ger sveinastykki í løtuni. Hallur Hansson er framvegis undir uppvenjing eftir eina skurðviðgerð - tað sama er Jonn Johannessen.
Formaður felagsins, Tummas Lervig, segði við Norðlýsið í gjár, at KÍ fer at fáa fleri nýggjar spælarar í hópin.
Seinasta uppgávan hjá KÍ í Portugal verður fríggjadagin seinnapartin móti Real Salt Lake úr USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald