KÍ situr omaná, nú dómarin hevur floyta til hálvleiks. Báðar ferðir var tað Árni, ið skoraði málini fyri KÍ.
Fyrsta málið kom í 12. minutti, tá Árni Frederiksberg við bóltsnildi sníkti seg forbí tveir mótleikarar beint frammanfyri brotsteigarmarkið hjá Differdange, og við finessuskoti setti bóltin í netið.
Undir fyrra hálvleiki hevur Differdange ikki havt nógv at bjóða uppá, men hava stundum víst tenn í kontraspæli. Nakrir hendinga málmøguleikar hava verið teirra veg, men í KÍ málinum hevur Mark Jensen staðið tryggur.
Í tíðini, sum dómari hevði lagt afturat er tað, at Árni vinnur heimaliðnum eitt brotsspark. Differdange legan vildi vera við, at talan var um fríspark teirra veg, beint áðrenn dómarin peikaði á brotssparksplettin. VAR mátti í aktión, men har var staðfest, at talan ikki var um brot, men at brotssparkið skuldi standa við.
Árni Frederiksberg, ið av sonnum kann sigast vera evropahetja fyri KÍ, setti bóltin trygt í netið. Hetta er áttanda málið hjá Árna í sjey evropadystum.
UEFA Champions League 2024 1. umfar - fyrri dysturin
Í dag, mikudagin 10. juli
19.00: KÍ - FC Differdange 03 (2-0)
Kringvarpið vísir dystin. Portalurin er á staðnum og hevur beinleiðis blogg, dystarfrásøgn, samrøður og myndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald