Fótbóltur

KÍ til Írlands ella Norðurmakedonia

Um KÍ vinnur móti Ballkani úr Kosovo, er tað Shamrock Rovers ella Shkupi sum bíða í playoff til bólkaspælið í Conference League.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-08-02 14:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Spælir KÍ seg víðari í triðja umfar í Conference League móti Ballkani úr Kosovo, verður tað taparin av Shamrock Rovers úr Írlandi ella Shkupi úr Norðurmakedonia sum verður mótstøðulið í playoff-dystunum, sum eru teir seinastu undan bólkaspælinum.

KÍ spælir hósdagin í Kosovo móti meistarunum Ballkani, og 11. august verður seinni dysturin leiktur á Tórsvølli.

Vinnarin av hesum báðum dystunum hittir altso írlendskum ella norðurmakedonskum liði í playoff-dystunum.

Playoff-dystirnir verða 18. og 25. august. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder