2022-06-14 11:19
Tað verður norsk mótstøða hjá KÍ í fyrsta umfari í Champions League.
Hetta er greitt aftaná lutakastið hjá UEFA fyri løtu síðani. Mótstøðuliðið er Bodø/Glimt, og tað var eitt av liðunum, man ikki hopaði at fáa.
Leikt verður á útivølli fyrst, og sostatt skal KÍ-hópurin til Noregs fyrst í juli.
Fyrri dysturin verður leiktur 5/6 juli meðan seinni dysturin verður leiktur í Føroyum 12/13. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald