Seinasta umfar í 1. deild varð leikt í kvøld. Allir dystirnir byrjaðu klokkan 18, og allir dystirnir høvdu veruligan týdning.
Á Toftum tryggjaði klaksvíkingar sær gull. Eins og hjá liðnum í Betrideildini var nóg mikið við javnleiki fyri at fáa steypið heim við. KÍ vann sín sjeynda sigur á rað, síðani tapið fyri júst B68 seint í august. Tórur Justesen og Darius Lewis skoraðu fyri KÍ í 1. hálvleiki. Tað gjørdist ongantíð heilt spennandi, men B68 megnaði at minka um munin í 89. minutti. Hetta er fyrstu ferð, at KÍ hevur vunnið 1.deild, tað sum leingi bar navnið 2. deild, síðani 1975. Seinast KÍ vann næstbestu deildina, bar hon nanvið "Meðaldeildin"
Darius Lewis skoraði sítt mál nummar 14 í eins nógvum dystum í 1. deild. Ungi amerikumaðurin gevst nú í KÍ
Í Leirvík gjørdi Víkingur sína skyldu. Rani Hansen, Olaf Bárðarson og Tróndur Jóhannesson á Høvdanum skoraðu hvør sítt mál. Klaksvíkingurin Aksel Bjartalíð Danielsen javnaði til 1-1 fyri Skála, og hetta var hálvleiksstøðan, men teir ljóasabláu avgjørdu í 2. hálvleiki. Harvið fær liðið hjá Jóan Peturi Poulsen fyri aðru ferð uppá trý ár silvurkrónurnar.
Ársins venjari í 1. deild (t.h) og hansara lið vóru trý stig frá gullinum (Mynd: VFF)
Skála flytir niður í 2. deild eftir tvey ár í 1. deild. Teir appelsinlittu vórðu yvirhálaðir av B36 og HB á málstrikuni. B36 vann heili 7-0 á Eiði móti niðurflutta EB/Streymi, og eitt styrkt HB-lið vann 5-0 í Sørvági. Pætur Petersen skoraði tvey mál og Adrian Justunssen og Daniel Johansen komu eisini á máltalvuna.
Pætur var við til at bjarga HB sessin í 1. deild (Mynd: Sverri Egholm)
Við Løkin var sonn málveislta, ið NSÍ fyri tað mesta stóð fyri. B71 hevði einki at spæla fyri uttan 6. plássið, ið liðið misti orsakað av 10-2 ósigrinum í kvøld. Um Víkingur hevði mist stig, hevði NSÍ fingið 2. plássið, ið liðið endaði á í fjør. Átta ymiskir málskjúttar vóru hjá NSÍ. Aron Knudsen og Jákup Reinert Højgaard skoraði tvey mál hvør. Hinir síggjast her. Veteranurin Clayton Nascimento skoraði bæði málini fyri B71.
Einki lið flytir upp úr 1. deild. Hoyvík og AB avloysa EB/Streym og Skála í deildini til næsta kappingarár.
1. deild - 27. og seinasta umfar
25. oktober
B68 - KÍ 1-2 (0-2)
EB/Streymur - B36 0-7 (0-3)
NSÍ - B71 10-2 (4-1)
Víkingur - Skála 3-1 (1-1)
07 Vestur - HB 0-5 (0-2)
Endaliga Støðan:
1. KÍ 57 stig
2. Víkingur 55 stig
3. NSÍ 53 stig
4. 07 Vestur 44 stig
5. B68 35 stig
6. B36 30 stig
7. B71 30 stig
8. HB 29 stig
9. Skála 28 stig
19. EB/Streymur 12 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald