Fótbóltur

KÍ vann FM í U21

KÍ U21 vann spennandi FM-finaluna móti NSÍ í gjárkvøldið og tryggjaði sær gullið.

(Mynd: Eyðbjørn Jacobsen / KÍ)

(Mynd: Eyðbjørn Jacobsen / KÍ)

2022-10-18 20:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fimm lið hava í ár kappast í U21 a-bólkinum um FM, og nú kappingin er liðug, er tað KÍ, sum stendur eftir sum vinnari.

Undan síðsta leikumfari var NSÍ á odda í kappingini við 17 stigum, og KÍ var á øðrum plássi við 15 stigum.

Tí var lagt upp til eina sanna FM-finalu í gjárkvøldið, tá NSÍ tók ímóti KÍ við Løkin. 

Dysturin endaði við 1-0 sigri til KÍ. Málið skoraði Símun Kalsø í seinna hálvleiki. Við hesum sigrinum tryggaði KÍ sær Føroyameistaraheitið á ársins seinasta leikdegi, skrivar KÍ á heimasíðuni.

Venjari hjá U21 er Regin Høgnesen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder