Fótbóltur

KÍ vann oddadystin móti HB

Klaksvíkskvinnur eru nú á odda, eftir at tær skoraðu einsamalla málið í Gundadali í kvøld. Tvífaldu greipuvinnararnir vunnu sín fyrsta dyst.

Ragna Patawary gjørdist matchvinnari í Gundadali- EBS/Skála kom á talvuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ragna Patawary gjørdist matchvinnari í Gundadali- EBS/Skála kom á talvuna (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-26 21:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Betrideildin er sera tøtt í ár. Hetta er galdandi hjá báðum kvinnum og monnum. Í dag leiktu trý lið í fremstu deildini hjá kvinnum sín sjeynda dyst og B36 sín áttanda.

Tann fyrri dysturin var eitt slag av botndysti. EBS/Skála, ið hevur hevur vunnið greipuna seinastu tvey árini, misti nógvar leikarar undan hesum kappingarárinum, og hevði undan dagsins dysti einki stig fingið og bert skorað tvey mál. Í dag tók EBS/Skála móti B36 á Skála. Tað byrjaði væl hjá heimaliðnum. Felagsliðið sá út til at halda leiðsluna, sum Bjarta Djurhuus hevði givið liðnum, til hálvleiks, men so javnaði Sarita Maria Mittfoss, ið var við landsliðnum í Litava fyri stuttum.

Tað var tó heimaliðið, ið var omaná til endans. Landsliðsleikarin Birna T. Mikkelsen hevði undan dystinum skorað bæði málini hjá EBS/Skála í Betrideildini, og hon avgjørdi dystin miðskeiðis í 2. hálvleiki. Greipuvinnararnir kundu fegnast um síni fyrstu stig í ár og er nú bert trý stig aftanfyri B36. Ártalsfelagið byrjaði árið væl við at vinna á HB í 3. umfari, vikuna eftir á júst EBS/Skála, og var harvið við í oddastríðnum. Síðani hevur liðið hjá Súna Olsen ikki fingið stig. 

Tað var talan um eina tætta og spennandi uppgerð í Gundadali, har KÍ var á vitjan. Um ein vinnari varð funnin, so tók hann oddasessin frá ÍF/Víkingi/B68, ið sat yvir hetta umfarið. Tá KÍ tók móti HB seinast í apríl, vann HB 2-0. Talan er um favorittarnir til at vinna FM.

Tað var málleyst í hálvleikinum í Gundadali. HB hevði undan dystinum skorað heili 12 mál fleiri enn KÍ (23-11), men í dag var tað KÍ, ið fekk einsamalla málið. Klaksvíkskvinnur hava vunnið fleiri teprar sigrar í ár, og hóast eitt ættarliðsskifti er fult í gongd, so var tað ein av teimum sera royndu leikarunum, ið avgjørdi dystin fyri tær í bláum. Vanligi málslúkurin Rannvá B. Andreasen hevur verið darvað av skaða so at siga alt 2019, men tvíburasysturin tók við í oddadystinum. Ragna Patawary stútaði bóltin í málið eftir  hornaspark smáar tjúgu minuttir fyri tíð og tryggjaði harvið, at KÍ fekk trý sera týdningarmikil stig við norður.

Betrideildin - 26.05.2019

HB - KÍ 0-1 (0-0)
72' Ragna Patawary 0-1

EBS/Skála - B36 2-1 (1-1)
7' Bjarta E. Djurhuus 0-1
45' Sarita Maria Mittfoss 1-1
67' Birna T. Mikkelsen

Støðan: 
KÍ 16
ÍF/Vík/B68 14
HB 13
B36 6 *
EBS/Skála 3

*Øll liðini hava leikt 7 dystir uttan B36, ið hevur átta dystir 

Komandi umfar: 

10
02-06-2019
 
-
 
10
02-06-2019
 
-

(Talva og tøl: Faroe Soccer)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder