Fótbóltur

KÍ fór avstað við stórsteypinum í keðiligum dysti

Eitt sjálvmál eftir deyðbólt gjørdist avgerandi á Tórsvølli, har HB so at siga var tannleyst við bólti.

Árni Frederiksberg stóð fyri tí mesta álopkenda á Tórsvølli (mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg stóð fyri tí mesta álopkenda á Tórsvølli (mynd: Sverri Egholm)

2026-02-28 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sást, at hetta var síðsti dagur í februar og ikki til dømis ein várdagur, har arvfíggindarnir spældu við fullum útblástri - og við nøkrum veruligum uppá spæl.

Hjá KÍ var spælið á einari góðari leið til tíðir, meðan HB so at siga ikki skapti ein veruligan málmøguleika. Liðið gjørdi fleiri grundleggjandi við bóltinum í uppspælinum, og  at liðið hjá André Olsen millum annað vantar nakar álopskendar spælarar, var týðiligt. Tveir slíkir eru eisini á veg inn í hópin.

Sí eisini: Nýggi áleyparin hjá HB hevur seinast spælt í Skotland

Besta løtan hjá greipuvinnarunum var fyrsta løtan eftir steðgin: Liðið hjá Magnusi Powell legði høgt trýst, hótti HB og skoraði eisini einsamalla málið í dystinum.

Tað kom eftir gott hornaspark frá Árna Frederiksberg, sum var eyðsýndur í 2. hálvleiki.HB ikki fekk vart fyri, Jákup Biskopstø Andreasen fekk høvdið á, og bólturin rakti eitt HB-bein og fór í málið.

Annars átti Bjarti Vitalis Mørk nakrar góðar bjargingar, meðan málverjin hjá KÍ ikki var nógv til arbeiðis. Innskifti Patrik Johannesen kundi økt, men tað endaði 1-0, og liðið hjá Magnusi Powell vann stórsteypið fyri fyrstu síðani 2023.

Myndir frá dystinum

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder