Leygardagurin 26. oktober gjørdist heilt serligir fyri norðyingar og KÍ’arar. Við sera sannførandi 3-0 sigri á B36 í FM-finaluni í Gundadali tryggjaði KÍ sær sítt 18. FM-heitið í søguni og tað fyrsta síðani 1999. Forloysingin var púra eyðsæð á øllum í bláum, og KÍ skavaði sær heili 66 stig saman. Tað er tað mesta hjá felagnum nakrantíð og talan er um triðflest stig í fremstu mansdeildini.
Sí eisini: Myndir: Bláur Gundadalur
Gullprát við glaðar KÍ-leikarar
Tað sá ikki so gott út hjá KÍ mikukvøldið 21. august, tá B36 við tveimum málum seint í dystinum tók øll trý stigini við Djúpumýru. Hetta var fýra dagar eftir, at Skála hevði vent 2-0 til 2-2 í Klaksvík. KÍ var tá fimm stig aftanfyri B36 men hevði tó ein dyst færri og harvið alt í egnum hondum.
Árni Frederiksberg hevur har lagt B36 á odda við Djúpumýru og vónbrotið á KÍ'arum var stórt (Mynd: Sverri Egholm)
Ein triðingur av dystunum hjá KÍ vóru eftir. Fimm av teimum vóru móti øðrum liðum í ovaru hálvu; tríggir teirra á útivølli. Brett varð uppum armar, og KÍ gjørdi reint borð: 9 dystir, 27 stig og ein málmun á 22-3.
Teir seinastu níggu dystirnir hjá KÍ:
20. umfar: EB/Streymur – KÍ 0-1
21. umfar: KÍ – HB 3-1
16. umfar: NSÍ – KÍ 0-1 (Útsettur frá 27/7 til 18/9)
22. umfar: KÍ – TB 3-0
23. umfar: AB – KÍ 0-2
24. umfar: KÍ – ÍF 3-0
25. umfar: Víkingur – KÍ 1-3
26. umfar: KÍ – NSÍ 3-2
27. umfar: B36 – KÍ 0-3
Á vegnum var ein heimasigur á HB, har Bjartalíð tvær ferðir sló til, Kristian Joensen bjargaði brotssparki frá Adrian Justinussen, og har Torbjørn Grytten kom inn og gjørdi stóran mun. Tveir útisgrar vóru eisini á vegnum, har afturvendi Páll Klettskarð skoraði einsamalla málið – við Løkin í sera týðandi útsetta dystinum í september kom málið seint og innskifti áleyparin hevði ligið sjúkur í allari vikuni upp til dystin. Júst Páll var við at venda dystunum í 25. umfari og 26. Umfari, har Víkingur og NSÍ trýsti KÍ við at koma á odda. Patrik Johannesen var eisini sera týdningarmikil í hesum dystunum við trimum málum og einum uppleggi, og Jóannes Bjartalíð, ið varð valdur til ársins leikara hjá KÍ, og sum helst er besta boðið uppá Ársins Leikara í Betrideildini, hevði eisini sín fót í.
Grytten rann seg leysan, varð feldur, og Bjartalíð var tryggur úr ellivu metrum, tá HB varð koppað 1. september við Djúpumýru
Patrik og Páll stóðu fyri málunum, tá KÍ vann týðandi sigur í Sarpugerði í triðseinasta umfari (Mynd: Sverri Egholm)
Bjartalíð fagnar Klettskarð eftir 2-1 málið hjá Pálli móti NSÍ í næstseinasta umfari (Mynd: Sverri Egholm)
Verjuparturin hevur so at siga alt árið verið frálíkur við Kristiani Joensen, sum allarhelst verður valdur til ársins málverja, sum aftasta skansa einari sera sterkari baktetu og einum hartarbeiðandi og vælskipaðum liði. 19 mál inn í 27 dystum – bert B36 í 2005 (17) og HB í fjør (18) hava gjørt hetta betri.
KÍ hevur ikki givið nógv burtur í ár - Jóannes Kalsø Danielsen hevur spælt allar dystirnar í ár á høgra bakki, har landsliðsleikarin hevur verið stinnur
Allir á liðnum hava givið sítt íkast, og KÍ, sum seinastu mongu árini hevur havt eina verri seinnu hálvu í mun til fyrru hálvu, misti bert fýra stig og fekk 34 eftir steðgin. Í summarsteðginum styrkti KÍ hópin við at fáa Páll og Semir Hadzibulic aftur, og hetta gjørdist týdningarmikið á ymsan hátt. Serbiski miðvallarin vísti av álvara sínar dygdir í evropisku dystunum, og sum víst á skoraði Páll nøkur sera týðandi mál í endaspurtinum, og hann stútaði KÍ á odda í Gundadali leygardagin í 6. minutti – tveir minuttir seinni økti Semir, ið spældi sín seinasta dyst fyri felagið.
Páll Andrasson Klettskarð leggur KÍ á odda í FM-finaluni
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Samanlagt var FM-heitið ógvuliga uppiborið, hóast B36 hevði eitt sera gott kappingarár. 19 dystir ósigrað undan FM-finaluni, og um liðið hjá Jákup á Borg hevði koppað Kí hevði tað eisini verið eitt fult uppiborið meistaraheitið. KÍ var tó betri á degnum, og at enda við níggju sigrum er sera flott av Í fjør tapti HB 2-0 fyri NSÍ á Ólavsøku. Harvið kom av álvara spenningur aftur í FM-stríðið, men har var skjótt burtur aftur; HB vann sínar seinastu 11 dystir og tók stigametið. Annars er tað rímiliga óvanligt at hava eina slíka røð, serliga í endanum av kappingarárinum
Mikkjal Thomassen kundi fegnast um sítt fyrsta føroyameistaraheiti fyri KÍ. Hann hevur staðið á odda í í Klaksvík í fimm ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald