Fótbóltur

KÍ verður ikki tikið

B68 og 07 Vestur vunnu sær umráðandi stig í botnstríðnum. Fýra dystir vóru seinnapartin leiktir Betri deildini hjá monnum.

Innskifti Jóannes Bjartalíð skoraði málið til 3-0, og avgjørdi dystin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Innskifti Jóannes Bjartalíð skoraði málið til 3-0, og avgjørdi dystin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-08 17:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gerst altsamt meira greitt, at FM-steypið fer til Klaksvíkar í ár. Við uppibornum 3-0 sigri ímóti nærmasta kappingarneytanum á stigatalvuni, Víkingi, er KÍ nú á odda við tíggju stigum.

Knúsandi sterka KÍ-liðið setti seg á dystin við Djúpumýrar beinanvegin og Bob Sumareh legði heimaliðið á odda tá bara fimm minuttir vóru leiktir.

Eitt korter inn í seinna hálvleik var aftur galið hjá Víkingi, tá Árni Frederiksberg smekkaði bóltin í netið til 2-0. Innskifti Jóannes Bjartalíð avgjørdi dystin sjey minuttir fyri leiklok, tá hann prikaði bóltin inn um mállinjuna til 3-0.

KÍ hevur við sigrinum í dag 47 stig, og leggur av álvara sjógv millum seg og hinar FM-biðlarnar. Klaksvíkingar hava skotið 66 mál og bara latið fýra inn.

Í botninum er av álvara komið lív í. B68 vann í dag 2-1 ímóti EB/Streymi, meðan 07 Vestur sum tók ímóti TB á Dungasandi, vann 3-1.

Tey liðini fara sostatt framvið ÍF á stigatalvuni. Fuglfirðingar skuldu spæla móti HB í dag, men orsakað av Europa Conference League, er tann dysturin útsettur.

KÍ - Víkingur 3-0 (1-0)
5’ Bob Sumareh 1-0
61’ Árni Frederiksberg 2-0
82’ Jóannes Bjartalíð 3-0

B36 - NSÍ 1-1 (1-1)
4’ Klæmint Andrasson Olsen 0-1
36’ Uros Stojanov 1-1

07 Vestur - TB 3-1 (1-0)
30’ Dann Fróðason 1-0
46’ Martin Petterson 2-0
51’ Martin Tausen 3-0
87’ John Villi Wøldike 3-1

B68 - EB/Streymur 2-1 (1-0)
40’ Andri Benjaminsen 1-0
71’ Andri Benjaminsen 2-0
89’ Árni Grunnveit Olsen 2-1


Stigatalvan

1. KÍ 47 stig (17 dystir)
2. Víkingur 37 stig (17 dystir)
3. HB 33 stig (15 dystir)
4. NSÍ 29 stig (18 dystir)
5. B36 28 stig (17 dystir)
6. EB/Streymur 15 stig (16 dystir)
7. B68 15 stig (17 dystir)
8. 07 Vestur 14 stig (17 dystir)
9. ÍF 12 stig (16 dystir)
10. TB 2 stig (16 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder