Tríggjar fjórðingsfinalur í steypakappingini hjá kvinnum vórðu leiktar seinnapartin. Eftir dystirnar er greitt, at KÍ, Víkingur og B36 verða millum liðini í hálvfinalunum.
Í annaðkvøld spæla 07 Vestur og NSÍ fjórðingsfinaluna um seinasta hálvfinaluplássið.
Oddaliðið í landskappingini, KÍ, var á vitjan hjá HB, og vann 1-0. Tóra Mohr skoraði einsamalla málið hjá klaksvíkskvinnum.
Á Skála var B36 á vitjan hjá EBS/Skála, og gestirnir vunnu 2-0. Gunnrið Poulsen skoraði til 1-0, og málið til 2-0 var eitt sjálvmál.
Felagsliðið TB/FCS/Royn, sum í hesari vikuni fekk sítt fyrsta stig í landskappingimi, megnaði ikki at halda fram við góðu gongdini.
Víkingur lat ongan iva vera og vann 8-1. Málini hjá Víkingi skoraðu Rakul Sørensen, Hjørdis Rasmudóttir, Bjrøg Jarnskor, Marita á Fríðriksmørk, og Hanna Isaksen Højgaard. Agatha K. Djurhuus skoraði málið hjá TB/FCS/Royn.
Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 11. juni, og tær seinnu 27. august. Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður 7. oktober.
EBS/Skála kv. - B36 kv. 0-2 (0-1)
38' Gunnrið Poulsen 0-1
57' Mál 0-2
HB kv. - KÍ kv. 0-1 (0-0)
80' Tóra Mohr 0-1
Víkingur kv. - TB/FCS/Royn kv. 8-1 (4-1)
16' Rakul Sørensen 1-0
18' Rakul Sørensen 2-0
25' Hjørdis Rasmusdóttir 3-0
33' Bjørg Jarnskor 4-0
37' Agatha K. Djurhuus 4-1
58' Hjørdis Rasmusdóttir 5-1 (br.)
70' Marita á Fríðriksmørk 6-1
72' Hanna Isaksen Højgaard 7-1
75' Hanna Isaksen Højgaard 8-1
07 Vestur kv. - NSÍ (8. mai, kl. 18:30)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald