Fyrr í vikuni hevur KÍ í samskifti við Fótbóltssambandið og Argja Bóltfelag roynt at útsett dystin við einum samdøgri frá sunnudegi til mánakvøldið.
Hetta er eftir ráðum frá heilsukønum fakfólki, sigur Tummas Lervig formaður í KÍ. - Tá tætt er millum dystir við stravnari ferðing, verður mælt til, at tað eru minst fýra døgn til næsta dyst. Umframt drúgva ferðing síðstu vikurnar, spældi mansliðið í gjárkvøldi ein tættan og harða dyst á Tórsvølli í góðar 120 minuttir, skrivar KÍ á heimasíðuni.
- Av royndum vita vit, at stórur vandi er fyri lið- og vøddaskaðum, tá leikarar ikki fáa neyðuga hvíld. Hóast kappingarnevndin hjá FSF í slíkum føri hevur myndugleika at flyta dystir, vil hon ikki taka ábyrgd og hevur avgjørt, at dysturin bert verður fluttur, um AB og KÍ semjast um tað. Greitt er, at AB gongur ikki ynskinum á møti.
KÍ heitir tí á FSF, at áseta nýggjan dystardag.
- Tað kemur at tæna fótbóltinum, leikarum og eisini landsliðnum, sigur starvsnevndin í Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Dysturin er settur at vera sunnudagin klokkan 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald