Hondbóltur

Kiel skal spæla móti Barcelona um finalupláss

Tað verður ein stór uppgáva hjá føroyska spælskiparanum og liðfeløgunum í Köln leygardagin. Elias Ellefsen á Skipagøtu er fyrsti føroyingurin í Final Four í Champions League.

Elias Ellefsen Skipagøtu til fyrsta A-endaspælið við føroyskari luttøku, sum var í Berlin í januar. Um vikuskiftið verður føroysk hondbóltssøga skrivað í Köln (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen Skipagøtu til fyrsta A-endaspælið við føroyskari luttøku, sum var í Berlin í januar. Um vikuskiftið verður føroysk hondbóltssøga skrivað í Köln (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-06 13:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eitt tap við níggju málum í Fraklandi í fyrru fjórðingsfinaluni sá tað ógvuliga tungt út hjá THW Kiel, men týska stórfelagið rakk tó málinum um Final Four í fremstu kappingini í Evropa. Hetta við 31-21 sigri í heimadystinum.

Tá var Elias Ellefsen á Skipagøtu so mikið plágaður av knænum til fyrra dystin, og tað gekk so væl í seinna dystinum hjá hinum, at hann ikki hevði nakran leiklut í fjórðingsfinalunum. 

Annars hevur hoyvíkingurin havt stóran leiklut fyri Kiel í fleiri Champions League-dystum hetta kappingárarið, har nummar 71 nakrar ferðir hevur verið toppskjútti og/ella fingið heiðurin sum dagsins spælari.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu í øðrum dystinum móti Kielce í harða bólkaspælinum - í dystinum móti pólska stórfelagnum stóð spælskiparin seg væl (Mynd: EHF)

Leygarkvøldið verður Elias Ellefsen á Skipagøtu fyrsi føroyingurin nakrantíð, sum fer at spæla í Final Four í Champions League.

Annika Fríðheim Petersen var við Final Four i European League (EHF Finals) hjá kvinnum í fjør, og Hákun West av Teigum og Jóhan Plógv Hansen spældu hjá monnum í ár. Allan Norðberg var í síðsta mánaða við at vinna European Cup, sum er skipað við tveimum finalum. Hetta er triðsterkasta evropeiska kappingin.

Heilt nógv hondbóltseygu verða vend móti Köln hetta vikuskiftið, har tað besta liðið skal finnast. Magdeburg er favorittur at vinna heitið aftur. Týsku meistararnir spæla hálvfinalu móti Aalborg klokkan 14 leygardagin. 

Tríggjar tímar seinni byrjar dysturin millum Kiel og Barcelona. Liðið hjá Eliasi hevur ikki havt eitt gott ár í Bundesliguni - nú skal man royna at basa favorittunum úr Katelonia fyri framhaldandi at hava ein møguleika at bjarga kappingarárinum.

Portalurin verður á staðnum í Lanxess leikhøllini - meira seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder