Hondbóltur

Kiel-spælarin hjá Sveis: - Vónandi spælir Elias fríggjakvøldið

Tí eg havi sagt, at eg fari at vinna á honum, sigur Lukas Laube. Strikuspælarin kennir føroysku dygdirnar: - Teir hava nógvar dugnaligar spælarar og hava nógvar fjepparar við, men vit fara eisini at njóta at spæla í umstøðunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-15 14:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin): Nakað eftir at Føroyar góvu miðlunum møguleikan at tosa við spælarar, vóru sveisarar til reiðar. Tað er Sveis, sum Føroyar skulu royna seg ímóti í fyrsta EM-dystinum (fríggjakvøldið 16. januar klokkan 19.30)

Portalurin fekk orðið á Lukas Laube. 25-ára gamli sveisiski strikuspælarin hevur síðani í summar verið liðfelagið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í týska stórfelagnum Kiel.

- Elias er ein ógvuliga góður spælari, sum eisini er góður fyri meg, tí hann dugir so væl at finna strikuspælararnar. Hann kann tað mesta við bóltinum og verður vandamikil fyri okkum í morgin, um hann spælir - sjálvt um hann ikki veður fullbirgur.

Lukas Laube vónar tó, at nummar 71 hjá Kiel og Føroyum spælir, sigur hann flennandi: Tí sveisarin hevur sagt við føroyingin, at hann ætlar sær at vinna á honum.

Portalurin tosaði eisini við Elias Ellefsen á Skipagøtu á spælarahotellinum, og hevði hoyvíkingurin vónir um, at hann fer at megna at spæla 

Sí video: Elias : Um alt gongur væl í dag spæli eg nokk

Áskoðararnir gera tað stuttligt

Lukas Laube kennir til føroysku innrásina, og hóast tað fer at hjálpa føroyingum, so fara túsundtals "heimaáskoðararnir" eisini at gera tað stuttligt at spæla.

- Tað fer sjálvandi at gera mun, men eg haldi at so at siga allir hondbóltsspælarar elska slíkar umstøður. So vit síggja av álvara fram til hendan dystin.

Strikuspælarin veit, at Føroyar fara at spæla nógv 7 móti 6, og at tað snýr seg um at vera hugsavnaðir í verjustøðu - eisini tí føroyingarnir hava nógvar dygdir.

Hoyr samrøðuna ovast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder