
Seinnu fjórðingsfinalurnar í European League eru á skránni í kvøld. Tey bæði heilt stóru týsku feløgini í kappingini kenna seg helst væl áðrenn dystirnar, har tey kunnu avgera alt á heimavølli.
Serliga er hetta galdandi fyri Flensburg-Handewitt, sum vann við trimum málum á Fjóni í síðstu viku. Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen vann kappingina í fjør og hevur beina kós móti Final Four aftur - dysturin móti GOG brjar klokkan 19.45 og sæst á Viaplay.
Jóhan á Plógv Hansen kann móti endanum av sínari tíð í Flensburg-Handewitt enda við enn einum gulli í European League
Dysturin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kiel verður eisini vístur á Viaplay. Hann byrjar longu klokkan 17.45 føroyska tíð.
Kiel spældi javnleik í Fraklandi í síðstu viku og er stórfavorittur, nú Limoges vitjar. Elias hevði eitt ógvuliga gott tíðarskið undan landsliðssteðginum í mars men hevur ikki havt so stóran leiklut seinastu dystirnar.
Í hinum uppgerðunum, Bidasoa Irun (Spania) - Melsungen (Týskland) og Montpellier (Frakland) - Porto (Portugal), er stórur spenningur undan seinnu fjórðingsfinalunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald