Hondbóltur

KÍF gjørdi stríðið um hálvfinaluplássið tættari

Við sigri í Vestmanna vann KÍF seg upp á eitt hálvfinalupláss. Neistin og Dánjal Ragnarsson gjørdu, at StÍF fekk eitt afturstig í tí stríðnum.

KÍF og Neistin vunnu týdningarmiklar sigrar í Okkara-deildini í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

KÍF og Neistin vunnu týdningarmiklar sigrar í Okkara-deildini í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-01 23:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í bestu hondbóltsdeildunum eru leiktir í dag. Fýra vóru upprunaliga á skránni, men orsaka av veðrinum var dysturin í Vestmanna útsettir. VB-kvinnurnar skuldu koma norð.

Í Høllini á Hálsi gjørdu kvinnurnar hjá Neistin stríðið um 1. plássið tættari við sigri á StÍF. 

Hjá monnum er ikki eins og hjá kvinnum greitt, hvørji lið eru koma í hálvfinalurnar. Tað er sera tætt: Eftir dystirnar í dag hava tvey lið 18 stig og tvey lið 17 stig  øll hava leikt 15 útav 18 dystum. H71 kann við sigri í Vestmanna í miðvikuna endaliga tryggja sær fyrsta hálvfinaluplássið, og so fer eitt av hinum fýra at standa eftir við svartaperi. 

[object Object]
Enn einaferð hevði eitt lið sera torført við at steðga 18-ára gamla Dánjali Ragnarssyni (Mynd: Sverri Egholm)

Dánjal Ragnarsson skoraði heili 14 mál í sigrinum á StÍF og syrgdi harvið fyri, at Neistin heldur liðið av vestara armi á Skálafjørðinum aftanfyri seg. Í Vestmanna helt KÍF Filip Jojic til fimm mál og heimaliðið til bert 18 mál og vann ein sera týdningarmiklan sigur.

SMS-deildin: 

Neistin - StÍF 24-18 (13-13)
Toppskjúttar: Birita Ingolvsdóttir 6 mál, Haruka Gima 8 mál 

VÍF - VB: Útsettir til eitt óásett tíðspunkt vegna vánaligt veður


Í gjár: 
Kyndil – H71 22-24 (13-11)

Toppskjúttar: Bára K. Hansen og Natasja Hammer 9 mál


Týsdagin 3. mars: Stjørnan - Kyndil 


Støðan:
Kyndil 22 (15 dystir)
Neistin 22 (16 dystir)
VÍF 22 (15 dystir)
H71 20 (15 dystir)
Stjørnan 9 (15 dystir)
StÍF 7 (16 dystir)
VB (14 dystir)


Okkara deildin
Neistin - StÍF 35-27 (19-11)
Toppskjúttar: Dánjal Ragnarsson 14 mál, Jóannes Prestá 6 mál

VÍF - KÍF 18-23 (8-12)
Toppskjúttar: Heini á Heygum og Filip Jojic 5 mál, Rani A. Højgaard og Rúni Joensen 6 mál

Í gjár: Kyndil – H71 28-30 (13-14)
Toppskjútti: Elias Ellefsen á Skipagøtu 9

Støðan:
H71 22 stig (14 dystir)
VÍF 18 stig (15 dystir)
Neistin 18 stig (15 dystir)
StÍF 17 stig (15 dystir)
KÍF 17 stig (15 dystir)
Kyndil 8 stig (14 dystir)
Team Klaksvík 0 stig (14 dystir)









placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder