Annað

KÍF kempaði fyri finaluplássinum, sum tó reyk eftir 3-2 tap fyri SÍ

Hotel Djurhuus-deildin: SÍ – KÍF 3-2 (21-25, 25-17, 18-25, 25-12, 17-15).

(Mynd: SÍ)

(Mynd: SÍ)

2026-02-16 08:41 Author image
Innsent
placeholder

Gaman í høvdu møguleikarnir hjá KÍF at náa FM-finalunum framvegis verið smáir hóast sigur á SÍ, men við trimum stigum hevði munurin teirra millum minkað niður í seks stig, og harumframt hevði KÍF átt ein dyst til góðar. Teir báðir síðstu dystirnir hjá SÍ eru ímóti Fleyr og Mjølni; KÍF hevur Drátt tvær ferðir og Mjølnir eina ferð.

Men hatta var teoriin; veruleikin er, at nú kann KÍF ikki taka SÍ og Mjølnir aftur, og sum tí fara at spæla FM-finalur í mars. Nú er eftir at avgera hvør teirra fær heimavallarfyrimun í eini møguligari triðju finalu.

Í dystinum í Sørvági í gjár skiftust liðini um at vera á odda í fyrsta setti, men eftir at SÍ hevði lagt seg framum 20-18, vann KÍF sjey av teimum næstu átta bóltunum og settið 25-21.

SÍ avgjørdi skjótt annað sett við at leggja seg á odda 10-3 og 11-5, áðrenn settið var vunnið 25-17.

KÍF svaraði aftur í triðja setti og fór framum 11-5 og vann settið 25-18.

Nú galt um hjá KÍF at vinna næsta settið og harvið trý stig fyri at halda fast í vónini um FM-finalur, men tann vónin brast tó skjótt, tí SÍ legði seg á odda 9-3 og 14-6 og vann settið so mikið sum 25-12.

Men eitt skot var eftir í byrsuni hjá KÍF, tí 3-2 sigur og tvey stig høvdu eisini givið KÍF møguleikan framvegis at kappast um finalupláss. Tað var um eitt hár gjørt, at tað eydnaðist at vinna javnbrótaran, tí eftir at hava yvirlivað dystarbólt við støðuna 13-14, fekk KÍF dystarbólt, men megnaði ikki at gera sær dælt av honum, og í staðin var tað so SÍ sum við sínum øðrum dystarbólti tryggjaði sær sigurin við 17-15.

Í Trongisvági vann Mjølnir 3-0 (25-20, 25-19, 25-12) á TB.

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

NrLiðDystirSettmunurStig
1Mjølnir122431
2131930
3KÍF12320
4Fleyr13119
5TB12-1211
6Dráttur12-350

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder