Fyrsta hálvfinalan var ójøvn. Í aðru hálvfinaluni var uppaftur størri munur. KÍF og vunnu greitt í hvør sínari, og harvið varð lagt upp til stórt brak millum grannarnar í triðju og avgerandi hálvfinaluna í Vestmanna í kvøld. Høllin var eisini á tremur við larmandi áskorðum - fleiri í gulum ella reyðum. Tey sóu ein ógvuliga tættan og inntensan dyst, sum ikki varð avgjørdur fyrrenn í seinastu sekundunum.
Tað vóru verjurnar og málverjarnir heldur enn álopini, ið sótu á hesum dystinum. KÍF royndi at fáa leikferðina nakað niður - millum annað við at spæla 7 ímóti 6 fyrsta korterið ella so. Hetta eydnaðist fínt, men útiliðið fekk ikki av álvara gongd í álopið fyrrenn seinastu sjey minuttirnar av 1. hálvleiki. Fram til tá hevði verjan hjá VÍF verið frálík, Mladen Mjermacka tók nógv, og bert seks mál komu inni. So fekk Hans Eli Sigurbjørnsson lagt trýst á, og Rasmus Søby - ið var týðandi - skoraði trý mál.
Harvið hevði KÍF fyrimunin, tá liðini fóru niðurundir í skiftingarrúmini. Tað var 11-9, og útiliðið hótti eisini við at fara avstað fyrstu løtuna eftir steðgin. Tað var 12-16 í 38. minutti, tá eitthvørt við dómaraborðið gjørdi, at ein longri steðgur kom í. Hetta tyktiskt at fáa VÍF at savna seg, og eftir uppafturtøku skoraðu teir í bláum og gulum fýra mál á rað, og so var 16-16. Filip Jojic kom í gongd, og fleiri útvísingar vóru báðar vegir hesa løtuna.
Reyði múrurin gjørdi bart aftur í kvøkd og hjálpti heilt víst liði sínum (Mynd: Andrei Antal)
Filip Jojic varð toppskjútti hjá VÍF í kvøld við seks málum, men var minni í álopinum enn vanligt. Tað var eisini eitt sindur at undrast á, at Tróndur Johnsson spældi so lítið. Hann setti ferð á fyrstu løtuna (Mynd: Andrei Antal)
Restina av dystinum leikaði ógvuliga javnt á, og ikki meira enn eitt mál var á muni aftur. Tað sást, at hvørt álop og hvør takkling merkti ótrúliga nógv. Fyri KÍF var tað millum annað umráðandi, at Rúni Joensen skoraði uppá øll síni fýra skot av vinstra vongi í 2. hálvleiki og var stinnur sum 2'arini. Áskoðarnir vóru ógvuliga væl við, og reyði múruin hjá KÍF stóði stinnur í horninum. Tað gjørdu verjurnar eisini, og báðir málverjarnir høvdu týðandi bjargingar. Millum annað bjargaði Milenko Jelkan brotskasti frá Filipi Jojic, ið annars hevði skorað øll brotskøstini í hálvfinalurøðini.
Jóhannes Bjørgvin fangaði bólt frá KÍF, tá lítil minuttir var eftir, og so kundi VÍF fara í álop og fáa fyrimunin. Ein krossing millum Dánjal Ragnarsson og Hall Árason miseydnaðist tó, bólturin stakk leysur, og beint sum hann rullaði av síðulinjuni kastaði Hallur seg og fekk skaða í økslini í støðuni. KÍF fór í álop, setti tað væl upp, og royndi strikuspælarin Tony Hammer Weyhe var púra tryggur.
Tíggju sekund eftir á klokkuni, og VÍF náddi ikki at javna. Harvið ein øðilig frøi á kollfirðingum. KÍF endaði á 5. plássi í landskappingini og 15 stig aftanfyri VÍF. Í hesari hálvfinalurøðini var KÍF tó omaná við tveimum krútsterkum avrikum, og nú bíðar H71 í FM-finalunum. Fyri favroittarnir úr Vestmanna endaði kappingarárið við stórum vónbroti. Liðið livdi ikki upp til vónirnar - tó kann man kanska troysta seg nakað við í Vestmanna, at tað eydnaðist at vinna steypakappingina.
Triðja FM-hálvfinalan í Burn-deildini
Høllin í Vestmanna, 18.04
VÍF - KÍF 20-21 (9-11)
Toppskjúttar:
Filip Jojic 6 mál og Rasmus Søby 6 mál
Sí allan dómaraseðil og dystargongdin her
Útvísingar:
VÍF: 3
KÍF: 6
Dystargongdin:
5 min: 2-2
10 min: 4-3
15 min: 6-4
20 min: 7-6
25 min: 8-8
30 min: 9-11
35 min: 12-14
40 min: 13-16
45 min: 17-17
50 min: 17-18
55 min: 19-19
60 min: 20-21
Fyrsta FM-finalan verður sum skilst í Hoyvík sunnudagin 21. apríl. Tá H71 og KÍF eisini hittust í FM-finalunum í 2022, vunnu hoyvíkingar 3-0 í dystum (Har er tað fyrst upp í trý)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald