Fult umfar var í Okkara Deildini í dag, har tríggir dystir vóru leiktir.
Í Ítróttarhøllini í Kollafirði tók KÍF ímóti oddaliðinum H71, ið hevði fult stigatal undan dystinum. Tann sigursrøðin steðgaði í dag, tá KÍF, ið eisini hevði gott tak á føroyameistaranum í fjør, vann dystin 31-27, eftir at gestirnir úr Hoyvík vóru á odda 14-16 í hálvleikinum. Sigurin hjá KÍF merkir, at kollfirðingar nú bert eru eitt stig aftanfyri H71 á fyrsta plássi, og við einum dysti færri enn oddaliðið.
Í høllini í Vestmanna leiktu VÍF og Nestin í dag. Tann dysturin endaði við javnleiki 24-24, eftir at VÍF var á odda 12-11 í hálvleikinum. Hetta er aðru ferð upp í slag at vestmenningar spæla javnt.
Í Klaksvík vann Kyndil sín fyrsta dyst í ár, tá kyndilsmenn vunnu 14-31 á Team Klaksvík, eftir at teir førdu 7-15 í hálvleikinum.
Úrsliti í Okkara Deildini í dag
KÍF – H71 31-27 (14-16)
Toppskjúttar:
Peter Krogh 11
Nicklas Selvig 10
VÍF – Neistin 24-24 (12-11)
Toppskjútti:
Filip Jojic 9
Team Klaksvík – Kyndil 14-31 (7-15)
Toppskjútti:
Anders Risdal 7
Støðan í Okkara Deildini
H71 8 stig (5 dystir)
KÍF 7 stig (4 dystir)
STÍF 7 stig (5 dystir)
VÍF4 stig (5 dystir)
Neistin 4 stig (5 dystir)
Kyndil 2 stig (4 dystir)
Team Klaksvík 0 stig (4 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald