Hondbóltur

KÍF vann eftir longda leiktíð

Vestmenningar fingu einki mál fyrstu fimm minuttirnar av longdu leiktíðini. Ein triði og avgerandi hálvfinala skal til fyri at finna mótstøðuliðið hjá H71 í finaluni.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-27 22:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var dramatikkur hjá teimum, sum høvdu leitað sær í Ítróttarhøllina í Vestmanna í kvøld. Eins og tá KÍF og VÍF hittust í Kollafirði fyrr í vikuni, var øgiligur spenningur, og hann vildi nærum ongan enda fáa, tí longd leiktíð skuldi til fyri at finna ein vinnara.

Hálvleiksstøðan var 18-18 og støðan tá 60 minuttir vóru leiktir, var støðan 29-29. Hesar finalurnar skulu avgerast, og tí skuldi longd leiktíð til.

Fyrstu fimm minuttirnar av longdu leiktíðini fingu vestmenningar einki mál og hetta tóktist at vera avgerandi.

Tá samanumkom vann KÍF 34-32.

Triðja og avgerandi hálvfinalan um hvør skal hitta H71 í finaluni verður hóskvøldið klokkan 20.

VÍF - KÍF 32-34 eftir longda leiktíð (18-18 | 29-29)

Fleiri myndir frá dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder