Ein dystur í Okkara-deildini varð leiktur í kvøld. Hann var í Badmintonhøllini í Klaksvík, har KÍF var á vitjan. Sunnudagin spældu liðini i Kollafirði; tá vann KÍF greitt.
Aftur í kvøld vóru kollfirðingar omaná. Í 1. hálvleiki leikaði sera javnt á, og í steðginum var útiliðið frammanfyri við einum málið. KÍF kom betri út til 2. hálvleik, og uppbygdi sær eina leiðslu, ið var ov trupul hjá klaksvíkingum at innheinta. Mitt í hálvleikinum var munurin fimm mál, og tað var eisini munurin eftir 60 minuttir.
Við sigrinum er KÍF nummar fimm og kann blanda seg upp í stríðið um topp-fýra, ið gevure atgongd til endaspælið um FM.
Team Klaksvík - KÍF 24-29 (9-10)
Toppskjúttar: Hørður F. Sigtórsson 5, Hans Eli Sigurbjørnsson 8
Støðan í Okkara-deildini:
Neistin 15 (10 dystir)
VÍF 13 (10 dystir)
Kyndil 12 (10 dystir)
H71 13 (10 dystir)
KÍF 9 (11 dystir)
StÍF 8 (9 dystir)
Team Klaksvík 2 (11 dystir)
Sunnudagin er fult umfar í deildini:
Kyndil - Neistin
StÍF - H71
VÍF - KÍF
Hondbóltur
KÍF vann í Klaksvík
Fyri aðru ferð uppá fýra dagar vunnu kollfirðingar á Team Klaksvík og eru nú á 5.plássið.
Teitur Joensen skoraði fimm mál í kvøld. Hann og KÍF vunnu aftur á Team Klaksvík (Mynd: jn.fo)
2018-12-05 21:35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald