Annað

KÍF vann óvæntað á SÍ – og tók bronsuplássið frá Drátti  

Hjá kvinnunum eru finaluluttakararnir funnir - hjá monnunum er enn ikki avgjørt hvat lið skal møta Fleyr í FM finaluni. Týðandi dystur verður í Sørvági í kvøld.

(Mynd: Philip Freere)

(Mynd: Philip Freere)

2022-03-17 08:33 Author image
Innsent
placeholder

Føroya Tele-deildin, kvinnur:
KÍF – SÍ 3-1 (25-22, 25-19, 15-25, 25-17) 

KÍF, sum tóktist hava lorkað sær bronsuheiðursmerkini burtur í ósigrinum fyri TB síðsta leygardag, vann mikukvøldið heldur óvæntað greiðan sigur á SÍ, og liggur nú rættiliga væl fyri at fáa hendur á bronsuni kortini.  

Tó bendi ikki nógv á tað úrslitið, tá SÍ legði seg á odda 16-12 í fyrsta settinum, men góðu servurnar frá Sofia Ponce løgdu trýst á móttøkurnar hjá SÍ, og tá so eisini blokkurin hjá KÍF stóð stinnur, so var brádliga 19-16 til KÍF, sum vann settið 25-22. 

Í øðrum setti var javnt til 10-10, tá SÍ fór at dragna, og KÍF vann 25-19. Í triðja setti minkaði KÍF um munin til 15-16, men frá 15-17 servaði Julia Kuvshinova settið heim fyri SÍ, sum vann 25-15
Talan gjørdist tó bert um tað “typiska triðja settið”, tí í fjórða setti var stórur munur á liðunum, og KÍF vann lættliga 25-17.       

Við teimum trimum stigunum liggur KÍF ógvuliga væl fyri at tryggja sær bronsumerkini, og vinna kollfirðingarnir trý stig ímóti TB í sínum seinasta – og einasta – dysti, sum er eftir, so krevur tað, at Dráttur skal vinna í minsta lagi fýra stig í sínum báðum írestandi dystum ímóti TB og oddaliðnum Fleyr, um Dráttur skal hava bronsuna.

Men seinasti dysturin hjá KÍF ímóti TB kann gerast lumpin, tí tað var ímóti júst teimum, at KÍF snávaði seinasta leygardag.  

SÍ og Fleyr í FM-finaluni
Fyri SÍ merkti ósigurin í gjár, at SÍ einans kann taka Fleyr aftur á fyrstaplássinum, um Fleyr einki stig fær í sínum báðum írestandi dystum ímóti Drátti og TB. Annars verður tað Fleyr, sum fær heimavøll í fyrra FM-finaludystinum teirra millum, tí reglurnar siga, at liðið, sum er nr. eitt eftir sjálva landskappingina, eigur heimavøll í fyrru FM-finaluni.

Seinna FM-finalan er undir øllum umstøðum í Høllini á Hálsi í Havn og verður spæld leygardagin 2. apríl.  

Írestandi dystir:
18. mars: TB-Dráttur
26. mars: Dráttur-Fleyr, SÍ-Mjølnir, KÍF-TB 

Støðan:
Nr.  Lið  Dystir * Settmunur / Stig
1 Fleyr 13 * 25 / 34
2 SÍ 14 * 31 / 31
3 KÍF 14 * 2 / 22
4 Dráttur 13 * 3 / 21
5 TB 12 * -19 / 8
6 Mjølnir 14 * -32 / 4

--

Føroya Tele-deildin, menn

Í kvøld kl. 18.30 tekur SÍ ímóti Fleyr í sera týðandi dysti um pláss í FM-finalunum. Hetta er seinasti dysturin hjá SÍ í landskappingini, og vinnur SÍ í minsta lagi 3-1, so krevur tað, at ÍF fær í minsta lagi 5 stig í sínum báðum írestandi dystum ímóti Mjølni og Fleyr, um fuglfirðingar skulu taka finaluplássið frá SÍ.   

Sum oddalið í landskappingini fær Mjølnir heimadyst í Klaksvík í fyrra finaludystinum. Seinni finaludysturin verður spældur á FM-finaludegnum í høllini á Hálsi í Havn leygardagin 2. apríl.

Írestandi dystir:
17. mars: SÍ-Fleyr
20. mars: ÍF-Mjølnir
26. mars: Fleyr-ÍF
27. mars: Mjølnir-Ternan 

Støðan:
Nr.  Lið  Dystir * Settmunur / Stig
1 Mjølnir 14 * 26 / 37
2 SÍ 15 * 11 /27
3 ÍF 14 * 9/26
4 Fleyr 14 * -5/18
5 Ternan 15 * -44/0 

Flogbóltssamband Føroya 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder