Í september í ár skuldi Asian Games, ið er eitt av størstu ítróttatiltøkunum í heiminum eftir OL, vera í kinesiska býnum Hangzhou, men í dag boða fleiri tíðindastovur, ið endurgeva kinesiska sjónvarpið, frá, at tað er útsett til næsta ár.
Asian Games, ið eisini er kent sum Asiadan ella Asiatisku Leikirnir, verða, eins og OL hildnir fjórða hvørt ár fyri íðkarum úr øllum Asia.
Enn er einki sagt um, hví Asian Games er útsett, men tað hevur helst okkurt at gera við koronustøðuna í Kina, har tey, í mun til m.a. Føroyar, ikki hava slept koronutiltøkunum.
Í Hangzhou búgva 12 milliónir fólk. Býurin er 175 kilometrar frá størsta býnum í Kina, Shanghai, sum í fleiri vikur hevur verið afturlatin orsakað av nulltoleransu-hugsjónini hjá Kina viðvíkjandi koronu.
Asian Games átti at verið í døgunum 10. til 25. september, men sum áður nevnt er tiltakið flutt til næsta ár, og nýggj dagfesting er enn ikki ásett. Fleiri enn 11.000 íðkarar úr 44 londum skuldu eftir ætlan luttaka á Asian Games í ár.
Í februar var Kina vertur fyri vetrar-OL. Tað var hildið í høvuðsstaðnum Beijing, og vórðu trygdartiltøk sett í verk í hesum sambandi. Fyriskiparar ætlaðu at nýta somu mannagongd í sambandi við Asian Games.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald