Annað

Kirkjurenning í Vági á ársins seinasta degi

Hóast veðurforsøgnirnar ikki eru serliga hugaligar, so siga fólk, ið dáma at ganga og renna, at trupuleikin er ikki veðrið, men ofta fyrstu tveir kilometrarnir.

2025-12-30 18:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast veðurforsøgnirnar ikki eru serliga hugaligar, so siga fólk, ið dáma at ganga og renna, at trupuleikin er ikki veðrið, men ofta fyrstu tveir kilometrarnir.

Og um hetta sama er galdandi í morgin er ikki vist, men árliga Kirkjurenningin, ið verður fyriskipað í Vági gamlaársmorgun, hevur í ár 16 ár á baki.

Teinurin er enn sum áður frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju og aftur og er tað umleið átta kilometrar í alt.

Kirkjurenningin er ókeypis og hugnaligt tiltak, har gongufólk, rennarar, súkklarar og trillandi møtast kl. 10 og er tiltakið liðugt umleið kl. 11.

Eftir tiltakið er Vágs høll dekka upp til stóra morgunmatarborði har bygdafólk, vitjandi og gestir fáa góðan mat og prát.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder