Koronasmittan hevur havt við sær, at fleiri sersambond í Ítróttarsambandinum hava tikið avgerð at gevast við teirra ítrótt.
Millum annað er FM-kappingin í hondbólti steðgað, og eingin føroyameistari verður funnin fyri í ár. Kurvabólturin er eisini avlýstur, og í gjárkvøldið kom Róðrarsambandið við boðunum um, at kappróðurin í ár er avlýstur.
Fyrsti FM-róðurin skuldi vera á Norðoyastevnu 6. juni, og enda við stóru finaluni á ólavsøku. Men soleiðis verður ikki í ár.
Avgerðin er tikin, tí koronaráðgevingin metir ikki at nøktandi átøk kunnu gera fyri at minka um smittuvandan.
Hetta hevur elvt tl nógv kjak, um tað er ov tíðliga at avlýsa kappróðurin fyri í ár. Onnur vísa á, at Betri deildin hjá monnum byrjar 9. mai, so hví skal tað ikki bera til at rógva.
Sig tína meining niðanfyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald