Tað gongur væl hjá føroysku hondbóltsútisetunum í Noreg - sera væl. Viking Stavanger miðar eftir at flyta upp í best deildini. Hetta gjørdist liðið ov stutt til í fjør. Tá var Jónas Gunnarson Djurhuus partur av hópinum, men hoyvíkingurin spælir nú á Frederiksberg, í føroyingafelagnum FIF.
Helgi, í dysti fyri Viking í fjør
Landsliðsleikararnir Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen eru framvegis umráðandi á liðnum í Stavanger. Helgi er fastur á strikuni og hevur skorað 23 mál í á. Kjartan hevur veruliga gjørt um seg á høgra bakki. Hann skoraði flest mál fyri Føroyar í farnu EM-undankapping, og Kjartan er ikki bert toppskjútti fyri Viking Stavanger í ár, men toppskjútti í allar deildini. Kjartan hevur skorað 59 mál í seks dystum – tað eru 9,8 mál í miðal. 23 av hesum málunum eru skoraði við brotskasti.
Kjartan hevur veruliga verið ein fongur fyri Viking Stavanger
Viking Stavanger hevur 12 stig, ið er fult stigaltal. Komandi dystir hjá Kjartani, Helga og co. er á útivølli sunnduagin móti Charlottenlund , sum er eitt av liðunum í botninum.
Kjartan segði í samrøðu við Portalin eftir seinasta EM-undankappingardystin í Danmark, at hann hevði tað sera gott í Stavanger undir einum sera góðum dugnaligum venjara, ið av álvara var við at menna hann sum leikara. Hesin parturin er til seinast - áðrenn tosar Kjartan eitt sindur um sítt serliga mál móti Danmark og menningina á landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald