Hondbóltur

Kjartan og Helgi skulu spæla í bestu norsku deildini komandi ár

Viking Stavanger, við føroysku landsliðsleikarunum, er flutt upp eftir úrslitini í vikuskiftinum.

Kjartan Johansen hevur havt eitt sera gott ár í næstbestu norsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

Kjartan Johansen hevur havt eitt sera gott ár í næstbestu norsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-08 22:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein 27-25 sigur í Lillestrøm í gjár og ein ósigur til Sandefjord TIF, sum er á 3. plássið, í kvøld hava gjørt, at uppflytingin hjá Viking Stavanger er veruleiki. 

Í alt ár hevur liðið við Helga Hildarssyni Hoydal og Kjartani Johansen sum profilum stríðst og ligið sera væl fyri í oddinum 1. Division. Frá endanum av januar og fram til endan av farna mánaði tapti liðið tó fýra útav fimm dystum, og tí kom uppflytingin eitt sindur í vanda.

Nú tvey umfør eru eftir, er tó greitt at føroyingaliðið í Noreg skal spæla í Rema 1000-deildini komandi kappingarár. Hetta er eitt gott stig upp hjá Kjartani, ið hevur skorað sera nógv mál frá høgra bakki, og hjá Helga sum hevur stríðst og verið umráðandi á strikuni. 

[object Object]
Helgi Hildarson Hoydal er sterkur í bæði verju og álopi 

23-ára gamli landsliðsleikararnir vóru partur av U21-landsliðnum, sum var til hM í Algria í 2017. Stutt eftir tað kom  Kjartan Johansen til Fyllingen Bergen í fremstu norsku deildini, so strandingurin hevur roynt tað fyrr. Bæði Kjartan og Helgi hava eisini verið eitt stutt skifti í donskum hondbólti.

Teir kundu fegnast um uppflytingina í kvøld, eftir at Sandefjord tapti 24-30 fyri Natterøy. Fýra stig eru niður til Sandefjord, og tað eru júst fýra stig eftir at spæla um. Av tí at Viking er betri innanhýsis, er plássið í bestu norsku hondbóltsdeildini tryggjað. Spurningurin er, um liðið hjá Kjartani og Helga fær gullið - ein sigur við fýra málum á Fjellhammer mikukvøldið tryggjar tað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder