Hondbóltur

Kjartan vísti styrki í stórsigri

Strandingurin skoraði, eins og HM-silvurvinnari, 6 mál, tá Viking Stavanger vann í Oslo seinnapartin.

Kjartan Johansen er komin væl fyri seg og skoraði seks mál í Oslo í dag
(Mynd: Sverri Egholm)

Kjartan Johansen er komin væl fyri seg og skoraði seks mál í Oslo í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-02 20:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Viking Stavanger reisti seg í dag eftir greiða tapið í Natterøy í miðvikuni. Føroyingaliðið greiddi sina skyldu ímóti Vålerenga, ið einki stig hevur fingið í ár.

Kjartan Johansen hevur verið darvaður av skaða, og var ikki við í landsdystunum ímóti Grønlandi í januar. Men nú er hann tøkur aftur, og Kjartan skoraði seks mál. Tað gjørdi 18-ára gamli Aleksander Blonz eisini. Hann var við í HM-hópinum hjá Norra, ið fekk silvur í HM-endaspælinum. 

Jónas G. Djurhuus skifti til næstbestu norsku deildina millum jól og nýggjár. Hann var besti leikarin hjá Viking í ósigrinum mikukvøldið, har hoyvíkingurin skoraði seks mál. Jónas hevði í dag eina skotroynd og skoraði uppá hana. 

Vålerenga - Viking Stavanger 24-35 (8-15)

Viking spælir aftur á útivølli komandi vikuskifti. Tá er mótstøðuliðið Sandnes. Helgi Hildarson Hoydal situr framvegis uttanfyri, eftir skurðviðgerðina í knænum. Hann verður allarhelst á vøllinum aftur í komandi mánaði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder