Fótbóltur

Klæmint 200 mál í Betrideildini

Liðformaðurin hjá NSÍ hevur laða enn ein varða í føroyskari fótbóltssøgu.

(Mynd: Juhl's foto)

(Mynd: Juhl's foto)

2020-09-27 17:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

30-ára gamli áleyparin úr Rituvík gjørdist á Ólavsøku 2018 mest skorandi leikarin í fremstu føroysku mansdeildini nakrantíð. Hann tók metið frá Jákupi a Borg, og síðani hevur Klæmint Andrasson Olsen bygt uppá.

Liðformaðurin hjá NSÍ er í einum góðum stima, og Í dag skoraði hann til 3-1 og 4-1 í 4-1 sigrinum hjá NSÍ móti Skála við Løkin.

Hetta vóru mál nummar 199 og 200 hjá Klæminti í Betrideildini. Hann hevur spælt 317 dystir og er málkongurin í føroyskum fótbólti.

Arnbjørn Hansen hevur næstflest mál í fremstu røð. Kollfirðingurin hevur skorað 154 mál.

[object Object]Mynd: Juul's Foto

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder