
Íslendsku meistararnir royna at skriva íslendska ítróttarsøgu. Breiðablik vann seg víðari í undanumfarinum og síðani 1. umfari í Champions League, áðrenn liðið varð sligið út av FCK í 2. umfari. Í 3. umfari í Europa League tapti Breiðablik 3-6 samanlagd fyri bosniska Zrinjski Mostar.
Harvið er tað nú play-off umfarið í Conference League á skránni. Tað er síðsta umfarið áðrenn bólkaspælið, og um Breiðablik vinnur samanlagt á norðurmakedónska Struga, so er fyrsta íslendska atgongumerki til eitt bólkaspæl nakrantíð tryggjað.
Klæmint Andrasson Olsen hevur spælt nógvar evropeiskar dystir í summar og hevur skorað eitt mál, umframt lagt upp til trý.
Í dag byrjar rituvíkingurin inni. 33-ára gamli føroyski landsliðsspælarin verður ein av fremstu monnunum hjá íslendska liðnum í Norðurmakedónia.
Tað snýr seg um at fáa eitt gott útgangsstøði og so avgera tað á heimavølli. Struga er ein lítil favorittur til fyrra dystin - tað verður ikki mett at vera serliga stórur munur á íslendsku og norðurmakedónsku kappingini, tó at tann íslendska er nakað omanfyri.
Fyrsta bríksl verður klokkan 16. Til ber at fylgja við á uefa.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald