Fótbóltur

Klæmint gjørdi Ársins Mál 2018

- Hetta eitt lítið plástur á sárið, sigur Klæmint A. Olsen, sum skeyt Ársins Mál farna kappingarár.

Mynd: Hans Erik Danielsen

Mynd: Hans Erik Danielsen

2019-01-10 14:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Tá eg ikki megnaði at gerast toppskorari, so er hetta eitt lítið plástur á sárið, sigur ein fegin Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ, sum hevur vunnið heiðurin, at hava skorað Ársins Mál 2018 í føroyskum fótbólti.

Seinastu vikurnar í júst farna ári høvdu fótbóltsfjepparar møguleikan at atkvøða um, hvat mál var tað besta í 2018, skorað í Betri Deildini hjá monnum. Umleið 8.000 atkvøður vórðu avgreiddar, og harafturat koma atkvøðurnar hjá teimum trimum “Tipparunum” á heimasíðuni hjá FSF, Tróndi Arge, Leivi Ferderiksen og Jákupi Ósá.

Atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá “Tipparunum” telja hini 50 prosentini.

Endaliga samanteljingin hevur nú verið, og nú er greitt, at Klæmint Andrasson Olsen úr NSÍ skoraði Ársins Mál 2018 í Betri Deildini hjá monnum, skrivar Fótbóltssambandið. Málið skoraði Klæmint longu í fyrsta umfari í landskappingini, tá NSÍ vann á útivølli móti TB/FCS/Royn.

Sí málini, sum vóru í uppskoti, her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder