Fótbóltur

Klæmint gjørdi tað, sum eingin annar hevur megnað

Rituvíkingurin stýrdi einum innleggi frá Jákupi Biskopstø Andreasen framvið Kasper Schmeichel, ið ikki hevði latið nakað mál inn frammanundan í undankappingini, og so var føroyskur fagnaður - níggjunda málið hjá Klæminti Andrassyni Olsen á landsliðnum var minniligt.

Mál móti Danmark og Schmeichel í Parkini, javnur við Toda á níggju landsliðsmálum og so úr blusuni frammanfyri yvir 2.000 føroyingum, ið flippa út (Mynd: Sverri Egholm)

Mál móti Danmark og Schmeichel í Parkini, javnur við Toda á níggju landsliðsmálum og so úr blusuni frammanfyri yvir 2.000 føroyingum, ið flippa út (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-12 21:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nummar ellivu kom inn fyri skadda Jóan Símun Edmundsson tíðliga í seinna hálvleiki. Hann stríddist væl, og fekk seint í dystinum ein stóran málmøguleika - tann fyrsta veruliga hjá Føroyum, tá Føroyar spældu væl í vinstru síðu og Jákup Biskopstø Andreasen legði framúr væl inn til aftaru stong. Har hevði Klæmint, sum so ofta fyrr funnið pláss, og kom væl upp, men Schmeichel, ið royndi at halda málið reint fyri níggjunda dystin á rað í undankappingini, bjargaði stórt.

Næstan beint eftir hetta syrgdi Klæmint Andrasson Olsen fyri, at eldur kom í føroysku áskoðarnir, og at so at siga Parkini fekk ein skelk og tagdi: Innkaast í høgru, Tróndur Jensen legði væl av til Hall Hansson, ið helt væl fast í bóltinum og fann Hera Hjalt Mohr. Innskifti vongbakkurin spældi hart inn á Jákup, ið nú hevði funnið pláss í áleið sama økið sum áður - bara í høgru. Innleggið var lægri og meira mitt fyri, men aftur var áleyparin úr NSÍ til reiðar og stýrdi bóltinum væl afturum seg - uppum Simon Kjær og framvið Schmeichel - til 2-1.

[object Object](Mynd: EPA-EFE/Liselotte Sabroe)

[object Object](Mynd: EPA-EFE/Liselotte Sabroe)

Danir vóru skelkaðir, og føroyingar tevjaðu blóð - millum annað frálíku og larmandi áskoðararnir aftanfyri danska málið - men Joachim Mæhle svaraði framúr væl aftur í yvirtíðini og staðfesti harvið donska sigurin og syrgdi fyri, at danir aftur kundu fegnast.

3-1 er eitt úrslit, sum føroyska liðið væl kann livað við og heildaravrikið var gott í tí á pappírinum torførasta dystinum í undankappingini

Samrøður og meira seinni

--------------------


HM-Undankappingarbólkur F - 9. umfar
Parkin 12.11 

Danmark - Føroyar (1-0)
17' Andreas Skov Olsen 1-0
62' Jacob Bruun Larsen 1-1
88' Klæmint Andrasson Olsen 2-1
94' Joakim Mæhle 3-1


Føroyar (5-4-1): Teitur Matras Gestsson - René Shaki Joensen (80' Heri Hjalt Mohr), Odmar Færø, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (L), Gunnar Vatnhamar (66' Tróndur Jensen), Jákup Biskopstø Andreasen, Sølvi Vatnhamar (80' Petur Knudsen) - Jóan Símun Edmundsson (55' Klæmint Andrasson Olsen)

Danmark: Kasper Schmeichel - Jens Stryger Larsen, Simon Kjær, Andreas Christensen - Daniel Wass, Christian Nøgaard (80'Jens Jönsson), Jesper Lindstrøm (57' Thomas Delaney), Joakim Mæhle - Andreas Skov Olsen (67' Anders Dreyer), Yussuf Poulsen (67' Andreas Cornelius), Mohamed Daramy (57' Jacob Bruun Larsen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder