Fótbóltur

Klæmint gjørdist avgerandi í málveitslu

Rituvíkingurin tryggjaði Breiðablik trý stig í gysara, tá hann stútaði í málið eftir hornaspark í 95. minutti. Patrik Johannesen skoraði eisini í 5-4 sigrinum.

Klæmint Andrasson Olsen spældi í kvøld sínar fyrstu minuttir í bestu íslendsku deildini, og skoraði 32-ára gamli áleyparin eisini sítt fyrsta mál (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen spældi í kvøld sínar fyrstu minuttir í bestu íslendsku deildini, og skoraði 32-ára gamli áleyparin eisini sítt fyrsta mál (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-28 23:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist ein sannur gysari og eitt stórt føroyskt fótbóltskvøld í Íslandi, tá Breiðablik tók ímóti Fram Reykjavík í fjórða umfarið í bestu íslendsku deildini.

Eftir tvey tap í tveimum teimum fyrstu dystum høvdu meistararnir tørv á at vinna fyri at fylgja Víkingi Reykjavík - liðnum hjá Gunnari Vatnhamar. Tað eydnaðist eisini, men sigurin var harðvunnin. Breiðablik hevði eina trý-máls leiðslu og tvær ferðir eina tvey-máls leiðslu, men avgerðin fall ikki fyrrenn í yvirtíðini.

Breiðablik var annars á odda 3-0 eftir 27 minuttir. Føroyski landsliðsáleyparin Patrik Johannesen skoraði til 2-0 miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og var hetta fyrsta málið hjá tvørmanninum í landskappingini í ár. Tað varð tó Klæmint Andrasson Olsen, ið stjól yvirskriftirnar við sínum fyrsta máli í íslendskum fótbólti.

[object Object]
Patrik Johannesen skoraði eitt av teimum níggju málunum í kvøld (Mynd: Kristinn Steinn Traustason)

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen gjørdist hetjan  (Mynd: Kristinn Steinn Traustason)

32-ára gamli rituvíkingurin hevur havt tað heldur við umskiftinum til yrkisfótbólt, men Klæmint gjørdi bart, eftir at hann avloysti Patrik í 82. minutti. Metmálskjúttin vísti sítt máltev og góða evni at stúta bóltin í málið - tá lið hansara mest hevði tørv á tí. Fram hevði vent 4-2 til 4-4, men í 95. minutti avgjørdi Klæmint Olsen dystin eftir hornaspark, og tað endaði harvið 5-4 til teir í grønum.

Ein týðandi sigur og týðandi fyri Klæmint - og Patrik - at koma í gongd at skora í “Besta deild Karla. Breiðablik hevur nú seks stig fyri fýra dystir og spælir aftur næsta fríggjakvøld á útivølli móti Stjarnuni. Føroyingauppgerð er í Reykjavík í annaðkvøld, tá oddaliðið - við Gunnar Vatnhamar á liðnum - tekur ímóti Pæturi Petersen og KA Akureyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder