Fótbóltur

Klæmint helt Breiðablik inni í meistarastríðnum við saksasparki

Innskifti rituvíkingurin javnaði til 2-2 seks minuttir inn í yvirtíðina í dramtiskum dysti móti Víkingi, ið var Gunnar Vatnhamar fyriuttan.

Klæmint Andrasson Olsen skoraði aftur týðandi mál fyri Breiðablik í gjárkvøldið. 32-ára gamli áleyparin hevur nú fýra mál samanlagt í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen skoraði aftur týðandi mál fyri Breiðablik í gjárkvøldið. 32-ára gamli áleyparin hevur nú fýra mál samanlagt í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-03 09:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dramatiskur oddadystir var í Kópavági í gjár, tá Víkingur Reykjavík vitjaði meistararnar Breiðablik. Tað er høvuðsstaðarfelagið, ið var oddalið eftir tíggju umfør, og útiliðið var eisini á odda 2-0 í steðginum og heilt fram til fimm minuttir inn í yvirtíðina. 

Tá minkaði Gisli Eyjolfsson um munin, og í næsta álopinum kom bólturin innfyri til Klæmint Andrasson Olsen. Hann var komin á vøllin í 88. minutti, og nú gjørdi føroyski málrevurin ikki mætari enn at saksa bóltin í málið hjá Víkingi.

Harvið trygjaði Klæmint - við sínum fjórða máli fyri Breiðablik - liðnum eitt ógvuliga týðandi stig. Sjónbandabrot av málinum og dystinum er ikki komið fram enn. Breiðablik er framvegis fimm stig aftanfyri oddalið Víking og ikki átta.

Beint aftaná síðsta bríksl var nakað av roki millum spælarar og persónar úr venjaratoyminum. Hetta var Gunnar Vatnhamar ikki partur av, og leirvíkingurin var annan dystin á rað ikki í hópinum hjá Víkingi. Hetta eru eisini teir báðir einastu dystirnir í ár, sum oddaliðið ikki hevur vunnið, og fyri landsliðið - ið verður tikið út mánadagin - er at vónað, at skaðin hjá Gunnari ikki er álvarsamur.

[object Object]
Tað varð heldur rokaligt eftir seinasta bríksl í Kópavági (Mynd: visir.is)

[object Object]
Klæmint gjørdi bart, stutt eftir at hann kom á vøllin (Mynd: Kristinn Steinn Traustason)

KA Akureyri var fyri 4-0 tapið á útivølli móti Stjarnuni. Pætur Petersen kom á vøllin, tá tíggju minuttir vóru eftir. Skálvíkingurin og liðfelagarnir eru á 5. plássi á stigatalvuni. 

12. umfar í bestu íslendsku deildini verður spælt næsta vikuskifti - síðani er landsliðssteðgur.

Støðan í ovaru hálvu
1. Víkingur Reykjavík 28 stig
2. Valur 23 stig
3. Breiðablik 23 stig
4. FH Hafnarfjørður 17 stig *
5. KA Akureyri 14 stig
6. HK Kópavágur 13 stig *

Lið við føroyskum spælara/spælarum

Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder